Engin skal mangla song at sova í um náttina. Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almannamálum.
Seinastu tíðina er tað nógv ið bendir á, at heimloysi er ein veksandi trupulleiki í Føroyum. Talið á plássum á herberginum stendur ikki mát við tørvin, og tað hevur havt við sær, at fleiri sova úti um náttina, tí tey ikki hava tak yvir høvdið.
Fyri at loysa átrokandi tørvin hava Almannamálaráðið, Almannaverkið og Frelsunarherurin, nú tikið stig til at økja talið á plássum á Herberginum frá tveimum til átta pláss, sigur landsstýriskvinnan í eini fráboðan í dag.
Veturin stendu fyri durum tað er átrokandi at fáa gongd á hetta og tí er gjørt av at hesi seks eyka plássini á herberginum vera tøk longu frá 1. oktobur.
Samstundis verður arbeitt við at gera nakrar broytingar í bygninginum, ið fara at gera umstøðurnar enn betri og tað verður frá frá 1. novembur.
Við einum plássi á herberginum fáa fólk eina heita máltíð og eina song at liggja í um náttina, umframt atgongd til brúsu og rein klæðir at fara í.
Annars er Herbergið eisini opið um dagin, har tey hava hitastovu og døgurða. Ein sosialráðgevari frá Almannaverkinum er eisini javnan á Herberginum og kann hjálpa við ráðgeving og øðrum.
– Vit mugu tó ásanna, at trupulleikarnir hjá heimleysum eru samansettir, og tí er hendan loysn bert eitt fyrsta stig á vegnum”, sigur Sirið Stenberg
Tað eru tríggir sjálvbodnir felagsskapir, sum í dag fáa stuðul til at veita serlig bútilboð til heimleys. Blái Krossur í Havn hevur sjey pláss, Umsorganarheimið, Gloria, í Klaksvík hevur átta pláss og Frelsunarherurin hevur 20 pláss á Herberginum í Havn.
Av teimum í alt 35 plássunum eru í dag bert tvey pláss til at vera í um náttina og tey er bæði á Herberginum í Havn.
Við hesum átaki verður talið av herbergisplássum økt frá tveimum til átta.