Tó, at nógv heiðraði rithøvundurin, Asli Erdogan, av álvara hevur merkt avleiðingarnar av at finnast stjórnini í heimlandi sínum, Turkalandi, heldur hon fram við atfinningunum.
Av kendastu verkunum hjá Asli Erdogan er bókin ´Burning Building´, sum hon skrivaði í turkiska fongsulskliva sínum. Bókin snýr seg um fólk, ið eru fangaði í einum húsum, ið standa í ljósum loga.
- Húsfólkið er í eini transustøðu. Tey vita ikki, um eldurin krógvar seg uppi yvir teimum, undir teimum ella handan hurðina. Tey vænta, at onkur ringir eftir sløkkiliðnum, so tey verða bjargað frá eldloganum, endurgevur Asli Erdogan fyri DR.
Men søgan endar eftir øllum at døma ikki lukkuligt, tí roykurin longu hevur eitrað fólkini. Roykurin drepur tey, ikki eldslogarnar.
- Logandi húsið er mín myndbering av Turkalandi í dag. Menniskjalív verða eitrað av politisku skipanini. Man er ógvuliga bangin og torir nærum ikki at teska í svøvni, heldur Erdogan fram.
Sjálv hevur Asli Erdogan mist heim sítt í óavmarkaða tíð orsakað av politisku viðurskiftunum í heimlandinum.
Rithøvundurin var ein av meira enn 100.000 borgarum, ið varð handtikin og fongslað í kjalarvørrinum av tí miseydnaðu kvettroyndini mótvegis Erdogan forseta í 2016. Asli Erdogan hevur einki tilknýti til forsetan, hóast tey hava sama eftirnavn.
Meira kann lesast um støðuna hjá Asli Erdogan HER