Fleiri kenna natúrliga sniðið á vasunum og óivað eisini fleiri av møblunum hjá Alvar Aalto, sum til dømis eru í kaféini í Norðurlandahúsinum. Í heimildarfilminum um Aalto, fært tú størri innlit í lív og arbeiði hansara.
AALTO er søgan um Alvar og Aino Aalto. Heimskendir, finskir modernistar og meistarar innan arkitektur og sniðgeving, ið bæði høvdu tokka til natúrligu byggilistina á menniskjansligum støði, og høvdu tey bæði eina felags ætlan um at mynda ein betri og meira fólkaræðisligan heim.
Vit fylgja kærleikssøguni, skapandi arbeiðsgongdum og vitja ikonisku bygningar teirra kring heimin. Harumframt kava vit niður í litríku søgu modernismuna og hitta eisini Rockefellers, Le Corbusier og László Moholy-Nagy.
Aino doyði í 1949. Alvar varð giftur uppaftur við enn einum arkitekti, Elissa Aalto, og bleiv tíðarskeiðið í 1950’inum eitt tað mest týðandi. Hann helt fram at arbeiða til hann andaðist í 1976.
Filmurin er bygdur á djúpgongdar rannsóknir, og tað eru sjónarvitnir og granskarar úr øllum heiminum, ið greiða frá.
Fyrsta sýning:
Hósdagin 11. mars klokkan 10
Prísur: Ókeypis
Onnur sýning
Hósdagin 11. mars klokkan 19
Prísur: 50 kr.
Mál: Finskt við enskum undirteksti
Longd: 103 min.
Keyp og melda til á nlh.fo