Ongi úrslit

Heimildarfilmur í Norðurlandahúsinum: Hobbyhorse Revolution

Tannáringarnir Aisku, Elsa og Alisa brenna fyri Hobbyhorse. Hobbyhorse Revolution er ein stuttligur og rørandi heimildarfilmur um barnsligt hugflog og tað at gerast vaksin

Sigurjón Einarsson
28. apríl 2021 kl. 00:19

Nær gerst ein ov gamal til at spæla? Tannáringarnir Aisku, Elsa og Alisa brenna fyri Hobbyhorse. Tað er tað, sum vit kenna sum at spæla við ein gamaldags prukkuhest. Ein stokkur við hestahøvdi, sum tú ríður á. Vanliga seta fólk prukkuhestin í samband við væl yngri børn, men tað leggja Aisku, Elsa og Alisa einki í. Tær spæla við prukkuhestin á einum heilt nýggjum støði, sum inniber Instagram, bloggar, venjing og landsumfatandi kappingar. Tær hava ein sterkan felagsskap saman við øðrum Hobbyhorse gentum. Ein felagsskap, sum er fullur av hugflogi og sterkum kenslum. Her finna tær stuðul og styrki til millum annað at yvirliva happing.

Hobbyhorse Revolution er ein stuttligur og rørandi heimildarfilmur um barnsligt hugflog og tað at gerast vaksin. Hann veitir innlit í eitt heilt serligt fyribrigdi og bjóðar okkum inn í eina feita sermentan við punk-rokkara hugburði. Hobbyhorse genturnar hava dirvi at fara egnan veg, og fleiri leggjast afturat. Áhugin hevur ikki bara breitt seg um alt Finnland, men eisini út um landoddarnar. Hobbyhorse fepurin er yvir okkum. Verður tað eisini galdandi í Føroyum?

Filmurin er fyri børn og vaksin og verður sýndur í Norðurlandahúsinum 6. mai klokkan 18.

Keyp atgongumerki á nlh.fo

Mest lisið hesa vikuna

Hetta skulu suðuroyingar aldrin uppliva aftur

13. sepember kl. 15:42

Ávaring frá løgregluni: Fuglfirðingar skulu lata vindeyga og hurðar aftur

12. sepember kl. 18:10

Charlie Kirk er skotin

10. sepember kl. 21:00

Marta Ellefsen og floksfelagar sleppa ikki úr hotellinum

11. sepember kl. 21:55

Sambandið suður um landið sveik aftur í dag

10. sepember kl. 16:45

Nú er at skunda sær at hamstra!

10. sepember kl. 20:20