Heimasíða í Danmark meldað fyri følsk koronupass

Danska samfelagið letur so smátt upp aftur fyri teimum, ið kunnu vísa á negativa koronukanning. Ein heimasíða hevur gjørt sær dælt av hesum og hevur hjálpt vitjandi at gera følsk koronupass.

Steinar Patursson
8. apríl 2021 kl. 10:08

Ein heimasíða er í Danmark meldað til løgregluna fyri at hjálpa vitjandi at gera følsk koronupass.

Tað váttar danska heilsustýrið fyri TV2.

Á heimasíðuni bar til at tøppa inn navn og cpr nummar fyri at fáa eitt koronupass, ið líkist nógv tí, ið danir fáa frá danska heilsustýrinum, men talan er um eitt falskt pass, og sambært TV2 eru eisini ávisir grafiskir munir á passinum, ið gera, at tað ber til at síggja mun á falska og rætta passinum.

Morten Elbæk, stjóri í danska heilsustýrinum, váttar fyri TV2, at heimasíðan er meldað til løgregluna og sigur, at tað ber altíð til hjá heilsustýrinum at síggja, um eitt koronupass er falskt. Morten Elbæk leggur aftrat, at hetta slagið av skjalafalsan verður tvífalt revsað, tí talan er um kriminalitet, ið hevur við koronu at gera.

Tað var fyrradagin, at danir fóru undir at brúka koronupass á appuni hjá danska heilsustýrinum. Hetta varð gjørt samstundis, at landið lat eitt sindur upp fyri teimum, sum kundu vísa á negativa koronukanning, ið ikki er eldri enn 72 tímar.

Eftir øllum at døma vóru danir spentir at sleppa út aftur í samfelagið, tí so nógv trýst varð á appuni, at bíðitíð varð at sleppa inn. Heilsustýrið mátti tí heita á fólk um ikki at lata appuna upp, uttan so at tað var neyðugt.