HeiMA fær vitjan av trio úr Íslandi, Danmark og Týsklandi

Bólkurin KAOS, ið er ein trio úr Íslandi, Danmark og Týsklandi, eru spent til at sleppa á føroyskan pall at spæla fyri heilt...

Innsent
28. mars 2018 kl. 13:34

Bólkurin KAOS, ið er ein trio úr Íslandi, Danmark og Týsklandi, eru spent til at sleppa á føroyskan pall at spæla fyri heilt nýggjum áhoyrarum. Páskaaftan eru tey við á HeiMA-festivalinum í Nólsoy.

Vit fingu uppskotið um Kaos frá einum av vertsfamiljunum sum hava húsakonsertir á HeiMA. Kaos lat seg ikki spyrja tvær ferðir, tá vit settu okkum í samband við tey. Nú gleða vit okkum til at síggja tey i Nólsoy.

Kaos sum er sett saman av royndum tónleikarum hevur verið á konsertferð í Týsklandi, Hollandi og Danmark í umleið eitt ár. Nú er túrurin komin til Føroyar og HeiMA.

Tey sum mannað bólkin eru Siggi Bjørns úr Íslandi, Franziska Gunther úr Týsklandi, og Esben Langkniv úr Danmark.

Siggi Bjørns er íslendski sjómaðurin sum á ungum aldri tók frí fra sjómannalívinum, fyri at royna seg við gittarinum og røddini. Nú eru 30 ár farin og hann hevur framvegis frí frá sjómannalívinum. Hann býr í Berlin, og spælir nógv kring um í Týsklandi. Hann hevur eisini undirhildið fyri summargestum farnu 25 árini á Bakkerøgeriet í Åkirkeby á Bornholm. Siggi hevur útgivið fleiri fløgur og í mong ár skriva sangir saman við Esben Langkniv.

Franziska Gunther fekk íblástur til at spæla gitar og skriva sangir, tá hon sum ung hoyrdi Siggi Bjørns framføra á Bornholm. Seinri, tá tey trý fóru at spæla saman og stovnaðu tónleikabólkin Kaos, kom tað púra óvænta á Siggi og Esbern at Franziska dugdi fleiri av teirra sangum. Franziska gav út sína fyrstu fløgu í 2016 við heitinum “Franziska Gunther”. Ein tónleikaútgáva, sum hon hevur fingið góð ummælið fyri.

Esben Langkniv, upprunaliga Esben Bøgh Laursen, hevur frá ungdómsárum verið við í fleiri orkestrum. Um aldarskiftið valdi hann bólkalívið frá, og fór at ferðast sum trubadurur og forteljari. Hann hevur ferðast við tónleikinum um stóran part av Europa og í Norður-Amerika. Han er serliga kendur fyri søgurnar um Jens Langkniv

Esben hevur útgivið seks fløgur. Hin seinasta fløgan “I dissen tider”, 2016, hevur fingið góð ummælið.

Meir um HeiMA fæst at vita á facebooksíðuni HeiMA ella her. Fyri vitjandi hevur ssl lagt til rættis, so komast kann av Havnini klokkan 15.30, og aftur til Havnar aftaná seinastu konsertina. Sambært skránni spæla KAOS tríggjar konsertir í Nólsoy. Klokkan 17:00 og 19:10 hava tey akustiskar konsertir heima hjá nólsoyingum, og klokkan 22.00 fara tey á pall í Maggies, og spæla við anlegginum hjá Maggies. 2. páskadag spæla KAOS í Spaniastovu í Klaksvík.