Orsøkin til, at tað er stórt trot á starvsólki í eldrarøktini, er ikki bara tann, at heilsuskúlin er í Suðuroy. Tað heldur Súsanna Bertholdsen, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin - og lærari á heilsuskúlanum.
Og nú heitir hon á partamanning í landsstýrinum, Djóna Nolsøe Joensen um heldur at loysa teir veruligu trupulleikarnar. Og um nakrar dagar skal landsstýrismaður nú greiða frá, hvussu hann ætlar at gera tað.
Tað er ein gamal trupulleiki, at tað er starvsfólkaneyð á eldraøkinum, og tað eru ikki so fá, sum skylda upp á at heilsuskúlin er í Suðuroy og tí tíma fólk ikki at fáa sær útbúgving.
Tí spyr Súsanna Bertholdsen um landsstýrismaðurin hevur nakra ítøkiliga ætlan um at lata upp eina deild av Heilsuskúlanum upp á meginøkinum.
Somuleiðis hava kommunur tosað um at gera sínar egnu útbúgving, men Súsanna Bertholdsen vil hava at vita um kommunurnar yvirhøvur hava heimild at fara í holt við at útbúgva heilsuhjálparar og heilsurøktarar uttan um landsstýrið.
Súsanna Bertholdsen sigur, at starvsfólkatrotið á hesum øki er minst líka stórt í okkara grannalondum. Og har eru skúlarnir nógvir, bæði á bygd og í bý. Og sjálv heldur hon, at tað eru aðrir trupulleikar til starvsfólkatrotið.
– Latið okkum royna at loysa teir veruligu trupulleikarnar og gevast við at sáa iva og ótta um Heilsuskúla Føroya, sigur hon.
Og hon heldur, at loysnin er at gera tað meiri lokkandi at arbeiða í eldrarøktini. Hon heldur, at tann serliga lønarhækkingin, hesir starvsbólkarnir fingu, var eitt stig tann rætta vegin. Men tað er bara eitt stig á leiðini og nú vil hon hava landsstýrismannin at greiða frá, hvat næsta stigið verður.
Men annars hevur verið nevnt, at tað er neyðugt at fáa fleiri fulltíðarstørv og at tey, sum útbúgva seg, fáa løn undir útbúgving.
Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum heldur ikki, at trupulleikin liggur í, at skúlin er í Suðuroy. Tvørtur ímóti hevur hon sagt, at hetta skal til fyri at loysa trupulleikan:
– Tað fyrsta er at søkja eftir fólki til fulltíðarstørv á eldraøkinum.
– Tað næsta er at leingja allar vaktir til 8 tímar.
– Tað triðja er at fáa ein normeringslykil, sum tryggjar góða røkt - við øðrum orðum, at tað eru nokk av fólki til arbeiðis.
– Tað fjórða er at útbúgva leiðarar til psykososiala arbeiðsumhvørvið, fyri at fáa fólk at trívast á arbeiðsplássinum og fyri at tryggja ein góðan trivnað og eitt gott arbeiðsumhvørvið.