Heilsumyndugleikarnir í Norra síggja ein tendens, har alt fleiri ókoppsettar kvinnur, ið eru upp á vegin, eru innlagdar til viðgerð fyri koronu.
Tað upplýsir heimasíðan hjá NRK.
Hvussu nógvar kvinnur talan er um, verður ikki upplýst, men sambært heimasíðuni, so vóru allar tær kvinnur, sum vórðu upp á vegin og máttu fáa viðgerð fyri koronu, ikki koppsettar.
Ingvil Krarup Sörby, yvirlækni á norska Ríkissjúkrahúsinum, mælir øllum kvinnum, sum eru upp á vegin, um at lata seg koppseta fyri koronu. Í samrøðu við NRK sigur hon, at fleiri av teimum innløgdu liggja á intensivu deild – og enntá eisini í respirator.
Tá koronufarsóttin byrjaði, var komið fram til, at kvinnur, sum eru upp á vegin, eru í vandabólkinum. Men tað er ikki fyrr enn í august í ár, at norsku heilsumyndugleikarnir mæltu kvinnum, sum bóru barn undir belti, um at lata seg koppseta.
Sörby sigur, at hon skilir, at kvinnur, ið eru upp á vegin, eru í iva og lata teirra hugskygni stýra. Men hugskygni er ikki altíð tað rætta, og sambært upplýsingar frá øðrum londum – saman við tendensinum í Norra – so heldur hon, at tað er best fyri ófødda barnið og fyri kvinnurnar at blíva koppsettar.