Heilsumálaráðharrin í Argentina lagt frá sær: Vinfólkini vóru fremst í røðini at verða koppsett

Ginés González García, heilsumálaráðharri í Argentina, hevur lagt frá sær, eftir skuldsetingar um at hava latið síni vinfólk koma fremst í røðini at koppseta seg fyri koronu

Sigurjón Einarsson
20. februar 2021 kl. 22:53

Vina- og kenningapolitikkur hevur fingið avleiðingar fyri Ginés González Garcia – fyrrverandi heilsumálaráðharra í Argentina – eftir skuldsetingar um, at hann hevði koyrt síni vinfólk fremst í røðina at koppsetast fyri koronu.

Tað skrivar tíðindastovan AFP.

Skuldsetingarnar móti heilsumálaráðharranum kyknaðu av álvara, eftir at ein tíðindamaður – Horacio Verbitsky – greiddi fyri argentinskum miðlum, at hann, vegna vinskap við heilsumálaráðharran, longu var blivin koppsettur fyri koronu á einum kontóri hjá stjórnini.

AFP endurgevur frá lokalum miðlum, at eisini onnur fólk við tøttum sosialum sambondum til stjórnina er blivin koppsett í heilsumálaráðnum.