Heilsufrøðiliga Starvsstovan: Matur og drekkivatn ikki orsøk til korona

Heilsufrøðiliga starvsstovan vísir aftur, at fiskur er orsøk til korona smittu

Bryndis Hjartardóttir
16. juni 2020 kl. 07:58

Nú tað frættist, at Kina hevur steðgað innflutninginum av laksi ger Heilsufrøðiliga Starvsstovan greitt, at tað higartil ikki er staðfest, at matur og drekkivatn eru smittuorsøkir til koronavirusið.

Orsøkin til, at Kina hevur steðgað innflutninginum av serliga norskum og føroyskum laksi er ein nýggj alda av koronafarsóttini, ið kinesisku myndugleikarnir meina stavar frá innfluttum matvørum.

Hetta vísir Heilsufrøðiliga Starvsstovan aftur. 

- Heilsufrøðiliga starvsstovan vil hervið vísa á, at matur og drekkivatn ikki hava verið orsøk til smittu við koronavirus. Tískil er eisini fiskur tryggur at eta og útflyta til ymisk keyparalond.