Umboðsráðið
Umboðsráðið verður valt beinleiðis av tryggingartakarunum, sum vegna ognararnar velur nevndarlimirnar í Ognarfelagnum, at hava leiðsluna í samtakinum Betri P/F, hesi mannað ella velja umboð í tær ymsu nevndirnar í samtakinum. Einstakar nevndir hava tó eisini umboð, ið verða vald av starvsfólkum í samtakinum.
Umráðandi er, at felagi verður rikið skynsamt, at gjøgnumskygni er so gott sum gjørligt, og ikki minst at Umboðsráðið fær nøktandi kunning um øll viðurskifti í samtakinum.
Bøtt samskiftið millum nevnd og Umboðsráð um strategiskar spurningar er ynskiligt, somuleiðis størri opinleika beinleiðis til ánararnar, ið eru allir tryggingartakararnir.
Sum tryggingartakari og ánari, hevur tú møguleika at gera ávirkan tína galdandi, við at brúka tín atkvøðurætt at velja limir í umboðsráðið.
Takið væl ímóti áheitanum frá valevnunum til umboðsráðið, tey skulu jú gera vart við seg og helst eisini kunna um hvørji mál, tey vilja virka fyri í Umboðsráðnum.
pyrji gjarna valevnini, um tey vilja verða við til at styrkja felagið við at betri um gjøgnumskygni og virka fyri at menna opinleikan í samtakinum.
Velur tú fólk inn, ið vilja virka fyri størri opinleika, gjøgnumskygni og dynamikki, hevur tú gjørt títt til, at styrkja felagið á hesum øki. Sjálvur eri eg eitt av valevnunum í hesum umfarið.
Nevnd og leiðsla í feløgum
Ognarfelagið rekur virksemið gjøgnum Betri P/F, ið er ein stórur leikari í Føroyska vinnulívinum.
Við keypinum av EIK banka (nú nevndur Betri Banki) gjørdist Ognarfelagið munandi størri, og er vorðin ein rættiligur tungvektari í Føroyska samfelagnum.
Vit hava tíverri áður uppliva, at sterk feløg eru snáva, m.a. tí skipanir, mannagongdir og eftirlit í feløgum ikki hava virkað nóg væl, tá brúk hevur verið fyri at tær veruliga virka til fulnar.
Í slíkum førum eru eyðkennini gjarna maktstríð og skuggaspæl, at virðingin fyri reglum og mannagongdum verður niðarlaga og at kunningin er avmarkað, misvísandi ella populistisk og innihaldsleys.
Tað er umráðandi at skipanir og eftirlit alsamt eru samansett á ein hátt, ið gevur best møguliga trygd fyri framhaldandi og sunnum rakstri av samtakinum.
Gjøgnumskygni og endurmeting av skipanin við jøvnum millumbilum eru umráðandi fyri eina dynamiska skipan og nøktandi eftirlit.
Ein annar spurningur, ið hevur verið nógv frammi, er samanfall av persónum í teim ymsu nevndunum í samtakinum.
Her er umráðandi, at somu persónar ikki ganga ov nógv aftur í teim ymsu feløgunum, at byrgja fyri nepotismu, vina og kenningar politikki.
Áhugi og hugflog hjá lagsbrøðrum og vinum, kunnu brádliga gerast tvíeggjað svørð, ið avlagar skilvísi í avgerðum, har vágiligar avgerðirnar í ringasta føri kunnu hótta tilverugrundarlagið hjá feløgunum.
Tað eru tekin um, at ávísir privatir hava gott eyga á at ogna sær virðini í Betri.
Til aðalfundin í 2017 legði Jákup Egholm Hansen uppskot fram um ". . broyting av umboðsráðnum, tilráðingarbólki og mannagongd til val av nevnd . . ", uppskotið kom tó ikki fyri á aðalfundinum.
Uppskotið hevði til endamáls at flyta ognirnar enn longur frá tryggingartakararnir (eigarunum) – at geva vinnuni framíhjárætt at manna nevndarsessirnar, so smidligari møguleiki kundi verða fyri at tiltuska sær ognirnar, at seta gongd á at privatisera ognirnar hjá okkum – henda partin vendi eg møguliga aftur til seinni.
Samfelagslig menning
Ognarfelagið og feløgini í samtakinum Betri P/F hava stóran leiklut og stóra ábyrgd í Føroyska samfelagnum.
Við síni styrki og peningaligu íløgum, er felagið við til at menna føroyska samfelagið og hevur møguleika at gera mun, har onnur ikki røkka.
Umráðandi er at hava eitt rímiligt og opið samskifti, um hvar og hvussu samtakið best kann gera gagna við sínum íløgum, og ikki minst, hvat samtakið skal halda seg frá, fyri ikki at gerast ein forðing fyri aðrar áhugaðar íleggjarar, ið ikki eru so stórir sum Betri P/F.
Avgerandi er hvussu hetta framhaldandi kann gerast á besta og tryggasta hátt, samstundis sum virðingin fyri peninginum hjá ánarunum er í hásæti.
Okkum nýtist ikki altíð at verða samd um alt, avgerandi er tó, at vit hava eitt opið og konstruktivt orðaskifti um møguleikar, so vit eftirfylgjandi kunnu gera best møguligar niðurstøður.
Kunning um íløgur
Feløg, ið rekur tryggingar- ella bankavirksemi, skulu kunngera sínar roknskapir, sambært roknskaparlóg fyri banka- og tryggingarvirksemi.
Eigur felagið (t.d. Betri) 20% ella meir av partapeningini í einum felag, skal hetta upplýsast í roknskapinum hjá Betri.
Roknskapirnir hjá Betri P/F eru nú tøkir á heimasíðuni, tað er tí møguligt at kunna seg við nøvnini á teimum feløgum, har ognarparturin er 20% ella hægri (Sjá "Kapitalpartar í tilknýttum fyritøkum").
Eigur felagið minni enn 20%, men tó 5% ella meir av partapeninginum í øðrum felag, sæst hetta ikki aftur í roknskapinum hjá Betri, men skal upplýsast í roknskapinum hjá tí felag har partapenigurin er settu í.
Hesir upplýsingar kann ein við sera treiskum áhuga, møguliga leita fram og kunna seg um.
Tað er tó trupult at fylgja við, tá íløgur verða gjørdar í onnur íløgufeløg, sum aftur gera íløgur, og á tann hátt greina seg út til alt fleir ymisk feløg í Føroyum og uttanlands.
Her er tørvur á betri kunning og gjøgnumskygni, fyri at finna samanhangin i slíkum íløgum.
Roknskapir hjá Betri P/F eru á leinkjuni : https://www.betri.fo/fo/betri/um-samtakid/betri-pf/roknskapur
Betri Trygging: https://www.betri.fo/trygging/um-okkum/roknskapur
Betri Pensión: https://www.betri.fo/fo/pensjon/um-okkum/roknskapur
Betri Banka: https://www.betri.fo/fo/banki/um-okkum/um-okkum
Roknskapurin og viðtøkurnar hjá Betri-Heim er framvegis ikki at finna á netinum, eg havi tí, enn einaferð, biðið um, at felagið, í anda opinleikans, leggur hesa kunning á heimasíðuni hjá Betri-Heim. Viðtøkurnar hjá hinum feløgunum eru tøkar á heimasíðuni.
EG BIÐIÐ UM TÍN STUÐUL AT GERA BETRI - ENN BETRI
Eitt samvitskufult umboð, ið hvørki er til sølu ella keyps.
Her eru annars valevnini til umboðsráði hesaferð (skrolla niður) : Umboðsráðsval 2024 (betri.fo)
Gott Umboðsráðsval :-)
Andrass Skaalum
Limur í Umboðsráðnum hjá Ognarfelag Tryggingartakaranna frá 2010 til 2024.