Ongi úrslit

Heili 8.000 fólk vóru í stórhøllini

Tað var sannur gravgangur eftir at síggja nýggju stórhøllina Við Tjarnir

Áki Bertholdsen
17. februar 2025 kl. 14:23

Leygarmorgun var ikki sum aðrir leygarmorgnar í Havn, tí hett var dagurin tá ið nýggja stórhøllin Við Tjarnir varð tikin í brúk.

Í tí sambandi var opið hús fyri almenningurin, og tað hevði alstóran áhuga, tí Regin W. Dalsgaard, stjóri, sigur, at samfull 8000 fólk tóku sær eina løtu úr kalendaranum og fóru biltúr niðan at síggja høllina. 

– Tað kom okkum púrasta dátt við, og alt gekk upp á stás. Vit sóu bæði børn og foreldur hugna sær á gólvinum allan dagin, sigur Regin W. Dalsgaard í tíðindaskrivi

Dagurin byrjaði við takkarorðum og brúsandi løgi, og síðan fekk leiðslan handað blómutyssi – og ikki minst lyklatyssi – til nýggju høllina. 

Og gerandisdagurin er longu byrjar og stjórin sigur, at telefonirnar kima í heilum, og fólk úr øllum landinum senda fyrispurningar um at leiga høli til ymisk endamál so sum fund og føðingardag, leggur hann afturat.

Og longu nú eru heilt nógv tiltøk á skránni. Føroya Symfoniorkestur fer at hava tvær konsertur við Leu Kampmann og Marius Ziska, fra at hava konsert í høllini og tá fara Stongum og Guttesen eisini at spæla. Somuleiðis fara Aqua og Bryan Adams at hava konsert. Í næstum fer Landsliðið í hondbólti eisini at spæla EM-undankappingardyst ímóti Niðurlondum - fyri at nevna nøkur tiltøk.

Mest lisið hesa vikuna

Todi Jónsson fluttur heim eftir 33 ár: Byrjar av nýggjum á Tvøroyri

21. sepember kl. 06:00

Løgtingsmaður vil hava at vita hví danskir hermenn hava føroyskt flagg á búnanum

24. sepember kl. 11:51

Føroyar mugu ikki elta Europa

22. sepember kl. 22:49

Fýra fólk skuldsett fyri innbrot - upplýst er tey stjólu einar 160.000 krónur

8 tímar síðan

Leita eftir vitnum til innbrot har ein stór peningaupphædd er stolin

22. sepember kl. 10:07

Bústaðartreytirnar vóru avgerandi: Lesandi fekk ikki lestrarstuðul

22. sepember kl. 17:30