Heiðurslønir Norðurlandaráðsins verða handaðar í dag

Norðurlandaráðið handar fimm heiðurslønir í alt, og føroyingar eru tilnevndar til tríggjar

Guðrun í Jákupsstovu
1. november 2017 kl. 13:36

Norðurlandaráðið hevur í hesum døgum hitst til sín árliga fund. Í ár var Helsinki vertsbýur. Tað merkir, at heiðurslønir Norðurlandaráðsins eisini skulu handast, og tað vera tær í kvøld, í Finlandiahøllini í Helsinki.

Fimm heiðurslønir verða latnar: Ungdóms- og barnabókmentaheiðursløn, filmsheiðursløn, tónleikaheiðursløn, bókmentaheiðursløn og umhvørvisheiðursløn.

Føroyingar eru tilnevndir í trimum av hesum bólkunum. Yrkingasavnið, Sunnudagsland, eftir Sissal Kampmann er tilnevnd til bókmentaheiðurslønina. Tónleikabólkurin, Yggdrasil, er tilnevndur tónleikaheiðurslønina og bókin, Hon sum róði eftir ælaboganum, eftir Rakel Helmsdal, er tilnevnd til ungdóms- og barnabókmentaheiðurslønina.

Hvør heiðursløn svarar til 350.000 kr.