Heiðursgáva landsins latin klædnavirkinum Guðrun og Guðrun

Pløggini eru eins viðkomandi í Føroym, Japan og New York

Jákup Bogi Joensen
20. januar 2022 kl. 10:04

Klædnafyritøkan Guðrun og Guðrun fær heiðursgávu landsins fyri 2021.

Tað fær klædnafyritøkan fyri sítt framskygni og dugnasemi og fyri at hava endurnýggjað føroyska klædnamentan. Eisini fær klædnafyritøkan heiðurin fyri at duga at skapa pløgg, ið eru eins viðkomandi fyri fólk í Føroyum, Japan og New York, verður sagt í grundgevingini.

Klædnafyritøkan er vorðin kend úti og heima. Stóra gjøgnumbrotið kom, tá sj´onleikarin Sofie Gråbøl spældi høvuðsleiklutin í donsku krimirøðini ”Forbrydelsen", og bar sermerktu stjørnutroyggjuna frá Guðruni og Guðrun.

Íblásturin til stjørnutroyggjuna er sprottin úr gamlari skipstroyggju úr Vági og er eitt dømi um ta nýskapan, sum Guðrun og Guðrun eru vorðnar kendar fyri, segði Jenis av Rana, landsstýrismaður, tá hann handaði heiðursgávuna.

Tað eru Guðrun Ludvig og Guðrun Rógvadóttir, sum eiga og reka klædnafyritøkuna Guðrun og Guðrun.