Heiðrik við nýggjari útgávu

Nýggja útgávan snýr seg um kærleika og hjartasorg

Bryndis Hjartardóttir
19. februar 2020 kl. 09:31

Friggjadagin letur fjølllistamaðurin Heiðrik á Heygum nýggja fløgu út. 
Heiðrik er eitt kent navn í Føroyum bæði innan filmslist, myndlist og tónleik, og hann hevur latið nógv úr hondum seinastu árini. Tað eru 4 ár síðani síðsta fløgan hjá honum Funeral kom út.

Fyrsta staklagið Hope you’re crying kom út fyrr í ár og nú er hann klárur við restini av útgávuni. Nýggja útgavan eitur Illusions og er eitt so kalla break-up album.

- Sangirnir á fløguni snúgva seg um brostnar dreymar og ímyndir, man ger sær um kærleika og lívið.

Útgávan er upptikin í Íslandi og hevur ein serligan nostalgiskan dám yvir sær við, at útgávan er upptikin við tólum og útgerð frá 50árunum. Hon er framleidd av Sakarisi Joensen, best kendur sum SAKARIS og av Janusi Rasmussen frá Byrta.

- Tað kemur ein sjarma við at spæla alt inn live og ikki brúka clicktrack. Tað verður meira nærverandi og tað var stemningurin eg var eftir.

 

Illusions kemur út á iTunes og Spotify komandi fríggjadag og verður eisini tøk á vinyl. Útgávukonsert verður í Norðurlandahúsinum í apríl.