Á ljósfestunum, sum hava verið í Vági, hava tey brúkt høvi til at heiðra fólki, felagsskapum, og øðrum, sum hava havt ein serligan týdning fyri Vág.
Tað gjørdu tey aftur hesa ferð, og í ár var var tað íslendingurin í Vági, Sævar Halldórsson, og Frelsunarherurin, sum fingu heiðurstekn.
Vágs Býráð sigur, at tey takka Sævaru og Frelsurnarherin fyri teirra stóra íkast í Vági.
Sævar er úr Keflavík. Hann er føddur í 1947 og hann er giftur í Vági. Men hóast hann er íslendingur, munnu tey flestu í Vági meta Sævar sum rættan vágbing, verður sagt í grundgevingini.
Sævar hevur nevniliga evnini at práta við øll fólk, og at vera savnandi, hjálpsamur og skapandi, og eftir ongari tíð er tað, sum ein altíð hevur kent hann.
– Innan hondbóltin í Vági hevur Sævar gjørt stórt arbeiði, og tað megnar arbeiðið, ið Sævar her hevur lagt í VB, kann ein ikki metast nóg høgt.
Hann hevur eini einastandi evni at savna og hann er altíð fúsur og hjálpsamur og hann er ein, ið gevur sítt íkast til tað sosiala og til til trivnaðin í Vági.
Frelsunarherurin kom til Vágs í 1947. Mong tilkomin vita at siga frá góðu løtunum hjá frelsunarherinum í Vági, har tey, umframt góð orð og tryggleika, eisini hava lært at spæla upp á guitar.
Frelsunarherurin hevur verið – og er - ein virkin samkoma í nærumhvørvinum, við tiltøkum í samkomuni og runt um á allari oynni.
Nevnast kunnu Bíbliu- og bønarmøti, Heimaforbundið, Sunnudagsskúli og Møti. Sangkórið í Frelsunarherinum, Orðið á Borðið, er kent, har menn hittast, práta og syngja.
Frelsunarherurin í Vági er eisini sjónligur í bygdamyndini, og ilt er til dømis at ímynda sær, at Frelsunarherurin ikki er við, tá ið jólatræið í bygdini verður tendrað.
– Ongin ivi er um, at orð eru fátøk, tá týdningurin av frelsunarherinum skal lýsast – tað sosiala arbeiði og góðu orðini á vegnum, - og so kanska mest av øllum alt tað, ið okkum ikki nýtist at vita nakað um - tað, ið fer fram í tí stilla.