Skiparin, sum bjargaði tveimum føroyskum havrógvarum úr havsneyð.
Tað er Sjóvinnustýrið, sum hevur mælt til, at Sergey Vasiliev, skipara á Nordic Quinngua, skuldi fáa heiðurslønina, 2023 IMO Honours for Exceptional Bravery at Sea, fyri at hava víst eitt serligt dirvi, og ein serligan dugnaskap, tá ið tey bjargaðu teimum báðum føroysku havrógvarunum.
Teir vóru í ferð við at rógva tvørtur um Atlantshav í árabáti, tá ið teir fingu ein stóran sjógv, og bátur teirra varð vrak.
Altjóða sjóvinnufelagsskapurin, IMO, tók undir við uppskotinum hevur latið Vasiliev heiðursbræv, sum Sjóvinnustýrið fer at lata skiparanum.
Í ár hevur IMO fingið 47 uppskot um at váa virðislønina og tann, sum fekk hana, var Caleb Halle tyrluskipari íamerikansku vaktar- og bjargingartænastuni. Hann fekk heiðursteknið fyri at serstakt dirvi og dugnaskap, tá ið hann bjargaði sjey monnum, sum vóru í havsneyð á einum sleipibáti.
Men 17 onnur fingu heiðursbræv og Sergey Vasiliev er ein teirra.
Hetta er fyrstu ferð Sjóvinnustýrið hevur skotið nakað sjófólk upp til virðisløn. – Vit eru sera fegin um, at dugnaligi skiparin fær ta tøkk og tann heiður, hann hevur uppiborið fyri at hava bjargað teimum báðum monnunum, sigur Sjóvinnustýrið.
– Aðalmálið hjá Sjóvinnustýrinum er at verja mannalív á sjónum, og tá ið onkur, við stórum dugnaskapi og dirvi, fremur eitt bragd, sum bjargar lívum, vilja vit vera við til at heiðra tey, sigur Hans Johannes á Brúgv, stjóri í Sjóvinnustýrinum á heimasíðuni hjá Sjóvinnustýrinum.