Ongi úrslit

Heiðraðar fyri megnar avrik

Errin kunnu øll í Eiðis kommunu vera av hesum røsku gentunum

eidi.fo/Martin Kristoffur Kristiansen
15. apríl kl. 14:31

22. mars varð skipað fyri Norðurlandameistaraheiti í inniróðri, har Eiðis róðrarfelag var umboða av fimm rógvarum. Í aldursbólkunum U11 og U15 gjørdu eiðisgentur bart og vunnu heili 5 heiðursmerki.

Hóskvøldið 10. apríl vóru hesar knáu gentur heiðraðar í Kolshøll. Jógvan í Skorini, borgarstjóri, bar teimum fagnaðarkvøðu og síðani fingu tær eitt páskaregg í part.

Á áskoðaraplássunum sótu foreldur, systkin og familjulimir annars. Hesi vóru sum vera man errin hesa fagnaðarløtuna. Errin kunnu øll í Eiðis kommunu vera av hesum røsku gentunum.

Við hesum vil Eiðis kommuna ynskja Jóhonnu Høghamar, Victoriu Høghamar, Sirið Mørkøre, Onnu Drós Sommer og Eyðbjørg Ejdesgaard hjartaliga tillukku við heiðursmerkjunum.


Eftir hátíðarhaldi varð aðalfundur róðrarfelagsins settur. Áðrenn fundin høvdu tríggir limir boða frá, at teir ikki stilla uppaftur. Tískil skuldu tríggir nýggir limir veljast, umframt tveir tiltakslimir.

Nýggju nevndarlimirnir eru hesir:

Guðrun Ejdesgaard, Tove Kruse Samuelsen og Andras Reinert.

Tiltakslimir eru:

Rói Zachariasen og Jórun Múller Jacobsen

Mest lisið hesa vikuna

Hvør ræður fyri Runavíkar kommunu?

Í gjár kl. 20:15

Skerpikjøt er ein karnetinbumba

Í gjár kl. 09:55

Man tað ikki fara at ganga? Nei – tað ger tað ikki meir!

10. desember kl. 09:38

Aftur innbrot í nátt - fleiri túsund krónur stolnar

11. desember kl. 07:48

Tveir ungir bilførarar fingu koyriforboð

9. desember kl. 07:44

Tórshavnar Býráð fer at leggja gjald á tóm hús

Í gjár kl. 11:14