Føroysku felagsskapurin, Frítt Val, sum stríðist fyri fríari fosturtøku í Føroyum, er nú heiðraður í Danmark. Tað hendi tá ið felagsskapurin fekk »Pigeprisen« hjá barnarættindafelagsskapinum, PlanBørnefonden. Heiðurin varð handaður á hátíðarhaldið í Keypmannahavn í gjár.
Tað var Katrin Sigurpálsdóttir Kamban, sum var ein av teimum, sum stovnaðu felagsskapin, Frítt Val, sum tók ímóti heiðrinum á samkomuni í gjárkvøldið.
Hetta er sjeynda árið á rað, at Pigeprisen verður latin og hann verður latin einum fólki, ella felagsskapi, sum gera eitt serligt arbeiði til frama fyri javnrættindi.
Og tey siga, at tann, sum fekk heiðurin hesa ferð, er ein eldsál, sum var við at stovna ein felagsskap sum av álvara hevur varpað ljós á kjakið um fría fosturtøku í Føroyum.
Fyriskipararnir siga, at Katrin Sigurpálsdóttir Kamban, som i dag bor i København, er vaksin upp í eini familju í Føroyum sum tekur undir við fríari fosturtøku.
Men í Føroyum er ikki frí fosturtøka og tí var hon við til at stovna felagsskapin, Frítt Val, sum virkar fyri fríari fosturtøku í Føroyum.
– Síðani 2017 hevur Frítt val av álvara sett fosturtøkuspurningin á breddan í Føroyum og tað hevur fingið gentur og kvinnur at gera vart við seg, og at greiða frá, hvørjar avleiðingar tað hevur at vera við barn, uttan at vilja tað - í einum landi har tey ikki kunnu fáa fosturtøku.
Tí virkar Frítt Val fyri at broyta lógina í Føroyum so at vit fáa fría fosturtøku, tí tey halda, at tað skal vera kvinnan sjálv, og ikki læknar, sum skulu gera av um tær skulu kunna fáa fosturtøku, ella ikki.
Á myndini eru tey, frá vinstru, Barbara Gaardlykke Apol, Annika Klæmintsdóttir Olsen, Katrin Sigurpálsdóttir Kamban og Sigrið Mohr Leivsdóttir, sum allar eru nevndarlimir í Fríum Vali. Myndina tók Emil Basse.