Fríggjakvøldið var lítil samkoma á Svangaskarði, har tveir sløkkiliðsmenn vórðu heiðraðir fyri trúgva tænastu.
Teir hava báðir verið virknir í sløkkiliðnum í 25 ár og hátíðarhaldið var í sambandi við 50 ára dagin hjá SKS . Og tað var Súni í Hjøllum, formaður í tilbúgingarnevndini hjá SKS, sum handaði sløkkiliðsmonnunum heiðurstekin.
Teir, sum fingu heiðurstekin, eru: Jónsvein Bjartason á Strondum og Helgi Olsen í Rituvík. Tað var Margretha Drotning, sum stovnaði heiðurmerki fyri sløkkiliðsfólk og tað gjørdi hon í 1973.
Á myndinini eru frá vinstru: Súni í Hjøllum, formaður í Tilbúgvingarnevndini, Helgi Olsen, sløkkiliðsmaður, Jónsvein Bjartason, sløkkiliðsmaður, Sunleiv Højgaard, tilbúginvarleiðari og Vilhelm Olsen, varaleiðari.