Tað er ikki alment fráboðað enn, men tað er ein veruleiki.
Frá heilt góðum keldum í NSÍ vita vit, at Heidi Sevdal eisini í 2025 fer at spæla við NSÍ.
Fyrr í kvøld vóru tíðindini, at NSÍ hevur skrivað undir sáttmála við Rebekku Fjallsá Benbakoura. Tað er lætt at leggja tvey og tvey saman og koma til ta niðurstøðu, at Rebekka verður avloysari hjá Heidi Sevdal, sum við kappingarlok boðaði frá, at hon nú fer at gevast.
Men soleiðis verður tað ikki.
Heidi Sevdal segði við kappingarenda, at hon fór at umhugsa støðuna. Tá segði hon, at møguleikin var 90 prosent fyri, at hon fór at gevast og 10 prosent møguleiki fyri, at hon fór at halda fram, og so legði hon aftrat, at hon fekk at síggja, tá ið hon hevði havt steðg frá fótbóltinum hvussu tað fór at verða.
Nú verður bara bíðað eftir, at tíðindini vera almenn, sum siga, at Heidi Sevdal eisini í 2025 fer at spæla við NSÍ. Har verður hon í álopinum saman við Lenu Olsen og Rebekku F. Benbakoura, sum seinna partin av farna kappingarári var álopsspælari og framrættaður miðvallari hjá HB.
Í 2024 var Heidi Sevdal toppskjútti við 33 málum, og eftir kappingarlok varð hon kosin at vera besti spælari.