Heðin vil hava greiðu á friðaðum bygningum

Heðin Mortensen vil hava landstýrismannin at greiða frá hvørjar ætlanirnar eru við fornminnunum í landinum

Bryndis Hjartardóttir
17. juni 2020 kl. 11:03

Hvat ætlar landsstýrið at gera fyri at verja okkara sigsøgu og mentararv? Tað vil Heðin Mortensen, løgtingslimur fyri Javnaðarflokkin hava landsstýrismannin í uttanríkis- og mentamálum at svara uppá.

Í skrivligum fyrispurningi til Jenis av Rana vil hann hava greiðu á, hvørjar ætlanir landið hevur um friðaðar bygingar og um peningur er settur av til møguligar verkætlanir, til viðlíkahald og til rakstur av hesum.

Løgtingslimurin dregur serliga fram fornminnini í Kirkjubø, prestagarðin í Sandagerði og Koltur, sum økir við stórum almennum áhuga, men vil eisini hoyra um aðrar líknandi friðaðar bygningar kring landið, sum eisini kunnu hava almennan áhuga at vitja og síggja.

 

Les eisini Nú skal ætlan gerast fyri fornminni í Kirkjubø

 

Eisini vil hann hava at vita hvat tað inniber, tá fólk búgva í friðaðu bygningunum. Tí spyr hann um eftirlit er við friðingini og røkt av bygningunum, og um landið veitir fígging til viðlíkahald og rakstur til hesir søguligu bygningarnar.

- Um bygningarnir og økið í Sandagerði skulu haldast virðiliga, kann vera neyðugt at seta pening av til endamálið. Ein heildarætlan skal gerast fyri friðaðu fornminnini í Kirkjubø, sigur landsstýrismaðurin. Men spurningurin er, hvussu langt henda heildarætlan er komin, hvørjar partar av Kirkjubø hon umfatar og um peningur er settur av til hesa verkætlan, so hon kann fremjast, stendur í fyrispurninginum frá Heðini Mortensen.