Heðin verður málmansvenjari

Umframt at venja AB málverjarnar hevur hann seinastu árini verið venjari hjá U-21 og síðani U-19 landsliðnum

ab.fo
25. november 2024 kl. 22:44

Seinasti brikkurin í venjaratoyminum hjá besta mansliðnum í 2025 er í kvøld komin upp á pláss. AB-legendan, Heðin Stenberg, tekur enn eitt tørn og hevur skrivað sáttmála fyri kappingarárið 2025.

Við sínum 225 dystum á besta mansliðnum er 35 ára gamli argjamaðurin tann leikarin, sum í søgu felagsins hevur spælt triðflestar dystir fyri AB. Eftir álvarsligan knæskaða í 2019 hevur hann í fleiri umførum verið málmansvenjari, og hendan postin átekur hann sær aftur komandi ár.

Hann er eisini ein umbiðin maður hjá FSF, har hann áður hevur verið málmansvenjari hjá U21-landsliðnum, og í ár hevur hann verið í sama leikluti hjá U19-landsliðnum.

Hann er tó ikki heilt givin at spæla enn. Í fyrru kappingarhálvu gjørdu skaðar hjá táverandi málmanni okkara, Róa Zachariasen, at boð vóru eftir Heðini í málinum. Tilsamans spældi hann átta dystir fyri okkum í 1. deild í ár.

Heðin verður fyrst og fremst málmansvenjari í komandi ári, har hann fer at arbeiða við danska Jesper Sørensen og ungu málmonnum okkara. Men gera skaðar og annað, at tørvur er á honum, so er hann klárur. Hetta er ein góð trygd at hava, tí málverjin er eitt tað týdningarmesta plássið á einum fótbótsliði.

Sostatt er venjaratoymið fyri 2025 komið endaliga upp á pláss. Øssur Hansen er høvuðsvenjari, Andras Jákupsson er hjálparvenjari, Ronja H. Joensen verður fysiskur venjari og altso Heðin Stenberg málmansvenjari. Harafturat heldur okkara lokali fysioterapeutur, Teitur Olsen, eisini fram í komandi kappingarári.