Talvsamband Føroya skrivar soleiðis:
32 luttakarar vóru við, yngri sum eldri, og av báðum kynum, tá ið KJØLUR OPEN 2023 var á skránni í Klaksvík sunnudagin.
Samstundis sum hetta var ein kapping fyri telvarar í øllum aldursbólkum, er hetta ein liður í venjingini hjá unglingunum, ið skulu til Norra um góðar tvær vikur, at telva um Norðurlandameistaraheitið í talvi fyri skúlaungdóm. 10 føroyskir unglingar, í 5 ymsum aldursbólkum skulu luttaka í tí kappingini.
Kappingin byrjaði fríggjakvøldið, tá ið 3 kviktalv vórðu telvaði. Leygardagin vórðu 2 langtalv telvaði, og somuleiðis sunnudagin.
Tá ið avtornaði, hevði Heðin Gregersen vunnið kappingina í stórum stíli við 7 stigum av 7 møguligum.
Vinnarir
Heðin Gregersen, Klaksvíkar Talvfelag (7 stig)
Rani Nolsøe, Klaksvíkar Talvfelag (5,5 stig)
Bogi E. Hansen, Klaksvíkar Talvfelag (5 stig)
Ratingvirðislønir
Rating 1300-1500: Rógvi Heinason Olsen, Klaksvíkar Talvfelag (4,5 stig)
Rating 1000-1300: Petur Gardar Magnussen, Havnar Telvingarfelag (4,5 stig)
Órataði: Danny Baldursson, Klaksvíkar Talvfelag (4 stig)