Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, bjóðar seg fram at taka eitt tørn afturat á Vaglinum.
Hóast hann er 78 ára gamal og hevur sitið í býráðnum í samfull 52 ár, er hann ikki enn mettur av politikki og tí hevur hann bjóðað seg fram at taka eitt valskeið afturat.
Tá ið hetta valskeiðið er av, hevur Heðin Mortensen verið borgarstjóri í 16 av teimum 52 árunum hann hevur sitið í býráðnum.
Og sostatt er hann tann býráðslimurin í danska ríkinum, sum hevur sitið longst, og hann er tann borgatstjórin í Havn, sum hevur sitið longst.
Í seinastu Dimmalætting høvdu vit samband við allar borgarstjórarnar í landinum, og ein spurningur til teirra var um teir fara at stilla upp aftur.
Tá segði Heðin Mortensen, at hann hevur ikki tikið støðu til um hann stillar upp, ella ikki, tí uppstillingarfundir hava ikki verið enn.
Men tá Føroya Kommunufelag hevði aðalfund var veitsla um kvøldið. Har vórðu eisini røður hildnar, og ein av røðarunum var Heðin Mortensen.
Og tað vísti seg, at nú hevur hann so tikið støðu til um hann stillar upp, ella ikki, tí í røðuni kunngjørdi hann fyri øllum hinum kommunustýrislimunum kring landið, at hann verður aftur at síggja á atkvøðuseðlinum á kommunuvalinum tann 12. novembur.