Til minnis um Óla Jákup Rólantsson: Ein góður vinur og starvsfelagi

Saknurin verður stórur og eitt stórt tómrúm stendur eftir, nú góði og trúfasti vinurin ikki er meira

Heðin Mortensen
22. august 2024 kl. 10:06

Tað var við stórari sorg, at vit týsdagin mistu okkara góða vin og starvsfelaga á ráðhúsinum, Óla Jákup Rólantsson. Hóast hann hevði drigist við heilsuligar avbjóðingar í mong ár, høvdu vit ikki væntað hetta, tí okkara vón var, at alt skuldi ganga væl og at hann skuldi koma skjótt fyri seg aftur.

Sjálvur var Óla Jákup ikki hann, ið gramdi seg um sína heilsustøðu ella tosaði um sjúku. Ta einu ferðina, hann í einum blað varð spurdur, nær hann var í góðum lag, svaraði hann stutt og greitt: Tá heilsan er góð! Nógv meira enn tað legði hann ikki í at tosa um seg sjálvan og sína støðu.

Óla Jákup var føddur tann 27. mai í 1956 og vaks upp á Heimbø í Søldarfirði. Foreldrini vóru Rólant Olsen, ættaður úr Søldarfirði, og Bodil, fødd Vestergaard og ættað úr Sumba. Óla Jákup var yngstur av fýra systkjum, og hini vóru Dagbjørt, Hervør og Jóanis. Systrarnar báðar fóru við stuttum millumbili í 2022, so nú er eldri beiggin tann einasti, ið er eftir av teimum.

Eingin ivi var um, at Óla Jákup var søldfirðingur við stóra S, og mangan fortaldi hann um sín uppvøkstur við kúgv í kjallaranum, skúla, umhvørvi, seyðahaldi og øðrum. Hartil var hann sera ættkærur og eisini errin av at vera hálvur sumbingur, og javnan vitjaði hann suður til røturnar í móðurlegg.

Søldfirðingum líkt, hevði hann eisini stóran áhuga fyri og stóra vitan um bilar, og tað var millum annað ein av fleiri felags áhugamálum, vit báðir høvdu. Eisini kundu vit tosa um tónleikin, ið varð spældur fyrr í tíðini, og Óla Jákup var altíð fyrikomandi og fittur at vera saman við. Soleiðis knýttu vit góð vinarbond fyri mongum árum síðani.

Tónleikurin fylt nógv hjá honum, og fyrst og fremst høvdu rock- og countrytónleikur hansara stóra áhuga. Sum ungur var hann í breiðastu merking við í tónleikalívinum í heimbygdini, og fekk hann ein gittara í hondina – sum hann átti fleiri av – hoyrdist skjótt, hvussu kringur hann var við streingjunum. Óla Jákup hevði ætlað at innrætta bilhúsið til tónleikastudio, so hann og vinmenn kundu hugna sær har við tónleikinum, men hetta kom hann ikki til at uppliva.

Hann gekk eitt skeið á Føroya Fólkaháskúla í 1977, og í summar hittust fleiri av teimum hittust aftur til hugnaliga samveru. Tá vóru fýra av teimum farin, og nú gjørdist Óla Jákup sjálvur tann fimti. Sum hjá so mongum ungum, gekk leiðin síðani í Hoydalar, har hann í 1979 tók HF-prógv.

Sama ár byrjaði so ein long yrkisleið á Dagblaðnum, har hann øll árini var ein av berandi kreftunum á redaktiónini, umframt at hann í eini tvey ár var blaðstjóri á blaðnum fyrst í 90-unum.

Eitt skifti fór Óla Jákup til Noregs at útbúgva seg, serliga tá ið umráddi olju og samskipan. Eisini gav hann út bók um oljuvinnuna í Noregi á norskum og enskum máli, og síðani hevur hann staðið fyri nógvum tíðarritum og útgávum, og millum annað hevur hann verið uppi í fleiri bókaútgávum.

Síðst í 90-unum fór hann í Útvarpið at gera sendingina Koyribreytin, ið samantvinnaði áhugan fyri bilum og ferðslu og ikki minst tí serliga ‟koyritónleikinum”, ið sjálvandi var country. Um hetta mundið fann hann saman við Lailu Jacobsen, sum er úr Skálavík, og gjørdu tey eisini nógvar sendingar í felag.

Tey bæði fóru síðani á Rás 2 at arbeiða, og eftir tað var Óla Jákup í fleiri ár drívmegin aftan fyri VikuBlaðið, sum tá varð borið í hvørt hús í landinumm.

Í 2010 kom Óla Jákup at starvast sum miðlasamskipari hjá býráðnum, og hann syrgdi fyri at miðla alt tað politiska arbeiðið í kommununi. Áðrenn og eftir hvønn býráðsfund sendi hann kunning út, og skuldu onkur tíðindi berast ella greiðast frá spennandi ætlanum, fekk hann við sínum lætta penni sett alt so væl og greitt saman.

Óla Jákup var mentaður maður og hevði lisið nógv, og hann varð ikki tikin í breiðari almennari vitan, tí tað fanst ikki tað evni, hann ikki visti okkurt um ella skjótt dugdi at seta seg inní.

Máloyra hevði hann sum fáur, og honum lá á hjarta at røkja føroyska málið væl og virðiliga, samstundis sum hann var kønur í øðrum málum við, kanska serliga norðurlendskum málum og enskum.

Á ráðhúsinum minnast vit hann nú sum ein góðan vin og ein góðan starvsfelaga, ið altíð gav sær stundir til at tosa og vegleiða, tí hollur var hann í ráðum, tá ið tað snúði seg um dagsins gerning og ymisk mál, ið vóru uppi í tíðini. Aftur her kom hansara holla vitan um øll samfelagsmál og samfelagsviðurskifti kommununi til góðar.

Laila og Óla Jákup fingu 25 ár saman, og tann 1. mai í ár kundu tey halda postalínbrúdleypsdag, tí tey høvdu verið gift í 20 ár. Sjálvt giftarmálið fingu tey skjótt í lag, tá ið tey skuldu ættleiða dóttir sína, Theresu Fei, tí tá ið tey skuldu skriva undir pappírini, skuldu tey millum annað skriva, nær tey vóru gift, og so var bara at fáa eisini tað gjørt. Theresa var teimum eitt satt bønarsvar, so tey kundu gerast foreldur, eftir at tey til fánýtis høvdu roynt fleiri viðgerðir fyri barnloysi.

Fyri sjey árum síðani bygdu tey sær eini fitt og snotilig hús Oman Gil í Hoyvík, og ikki minst gekk Óla Jákup høgt uppí, hvussu húsini skuldu gerast og hvussu alt skuldi vera uttan um húsini. Fitt í hondunum vóru tey bæði, og tað hevur altíð verið hugnaligt og gott at komið á gátt í heimi teirra. Hetta gjørdist veruliga eitt fevnandi heim við sál, har tey trý kundu fjálga um sína lítlu familju.

Altíð hava tey havt gongd í onkrum, virkin sum tey hava verið, og síðani 2005 hava tey skipað fyri bussferðum til Stettin í Polandi í bæði páska- og heystferiuni, har føroyingar í stórum tali eru farnir til tannlækna, optikara, handils ella bara fyri at uppliva Póland. Ferðaløgini hava vanliga talt millum 25 og 30 fólk, og fleiri hava verið við á hesum væl fyrireikaðu og skipaðu ferðum fleiri ferðir.

Nú er Óla Jákup farin sína seinastu ferð, ið gjørdist líka óvæntað, sum so ofta er. Meiri enn so hava boð verið eftir honum áður, tí heilsustøðan hevur verið álvarslig, men hvørja ferð hevur hann hórað undan. Fyri einum góðum ári síðani gjørdist hann pensionistur og hevur síðani arbeitt niðursetta tíð, men framvegis líka ágrýtin og ábyrgdarfullur, og hann hevði sínar arbeiðsdagar á ráðhúsinum líka til tað síðsta.

Nokk so sigandi um Óla Jákup var tað, sum hann í desembur 2021 skrivaði í einum lesarabrævi um koppseting og sjúku, tá ið hann júst hevði fingið tað triðja prikið við koronukoppseting: “Bíblian lærir ikki, at vit sleppa undan sjúku og líðingum. Tað er ein natúrligur partur av hesum syndiga heimi. Hinvegin lærir Bíblian, at uttan mun til, hvat hendir mær, eri eg í Guds hondum, í hansara varðveitslu.”

Soleiðis var Óla Jákup, at hann trygt legði seg og sítt í Guds hendur og í hansara varðveitslu, og so ráddi bara um at taka tað, sum kom, soleiðis sum tað nú fall í hansara lut. Týsdagin var so tímaglasið runnið, og eg má bara drýpa høvur og staðfesta, at saknurin á ráðhúsinum verður stórur og eitt stórt tómrúm stendur eftir, nú góði og trúfasti vinurin ikki er meira.

Góðu Laila og Theresa við familju! Jesus pápi styrki tykkum og fylgi tykkum í hesum sváru døgum.

Hvíl í friði, góði Óla Jákup! Takk fyri tín vinskap og trúskap, sum ongantíð verður gloymdur!

 Vegna starvsfelagar og Tórshavnar kommunu

Heðin Mortensen,

borgarstjóri