Heðin Hansen er aftur partur av HB-hópinum.
Tað skrivar Portalurin.
Í gjár skrivaði Dimmalætting, at miðvallarnir Magnus Holm Jacobsen og Heðin Hansen høvdu fingið sekkin, tí teir ikki aktaðu venjaran hjá HB, Adolfo Sormani, eftir dystin í Kroatia ímóti Hajduk Split.
Venjarin gav boð um, at teir, sum ikki høvdu spælt, skuldu renna eina løtu, áðrenn teir fóru í brúsu. Men Heðin Hansen og Magnus Holm Jacobsen gjørdu ikki eftir boðunum frá venjaranum, og tað fann Adolfo Sormani seg ikki í. Hann gav tí boð um, at báðir spælararnir ikki longur vóru partur av besta hópinum hjá HB. Tað var orsøkin til, at teir ikki vóru á listanum til heimadystin hjá HB ímóti Hajduk Split í gjárskvøldi.
Heðin Hansen verður nú kortini aftur at síggja til venjing hjá Betri-hópinum hjá HB í kvøld. Hetta váttar 31-ára gamli miðvallarin fyri løtu síðani.
- Hatta er nú orðna í sátt og semju, og nú koyra vit víðari, sigur Heðin við Portalin
Hinvegin verður Magnus Holm Jacobsen ikki ein partur av venjingini hjá besta liðnum hjá HB í kvøld. Hann váttar fyri Portalinum, at hann í løtuni venur við næstbesta liðnum. Annars hevur Magnus onga viðmerking til støðuna.