Stroymingtænastan HBO Max verður nú avloyst av nýggjari stroymingtænastu, sum skal eita Max. Hesum boðar miðlafyritøkan Warner Bros. Discovery frá í tíðindaskrivi.
Nýggja tænastan verður ein samanrenning av sjónvarpsrøðum og filmum frá HBO Max, og innihaldi frá stroymingtænastuni discovery+. Harafturat verður gjørligt at stroyma ymsar ítróttargreinar beinleiðis.
Hendan samanrenningin er eitt úrslit av, at fyritøkurnar WarnerMedia og Discovery løgdu saman í 2022.
Christina Sulebakk, sum er stjóri á norðurlendsku deildini í stóru miðlafyritøkuni, leggur dent á í tíðindaskrivinum, at nýggja tænastan fer at hava eitt sera breitt úrval.
Prísurin á nýggju tænastuni verður ikki upplýstur í tíðindaskrivinum. Tað einasta fyritøkan upplýsir hesum viðvíkjandi, er, at tað fer at bera til at keypa trý ymisk hald.
Nýggja stroymingtænastan, Max, kemur á danska marknaðin 21. mai - ikki er greitt enn, um tað sama er galdandi fyri føroyska marknaðin.