HB venjarin prikar FSF

Jákup Martin Joensen sigur seg ganga út frá, at 27. umfar verður útsett

Jóannes Hansen
22. oktober 2023 kl. 20:09

HB venjarin Jákup Martin Joensen sigur, at hann gangur út frá, at FSF í kvøld fer at boða frá, at 27. og síðsta umfar í bestu fótbóltsdeildini verður útsett frá leygardegnum 28. oktober, sum síðstu landskappingardystirnir sambært skránni verða spældir.

-Eg gangi út frá, at FSF fer at gera soleiðis, sum FSF gjørdi fyrr í ár, tá ið dystur varð útsettur, sigur Jákup Martin Joensen í samrøðu við Hera Á. Simonsen í FM1, eftir at HB í dag vann sannførandi 2-0 heimasigur ímóti 07 Vestur. Miðvallarin Matthias Præst Nielsen dygst undan steðginum og Áki D. Samuelsen 10 minuttir eftir steðgin skoraðu HB málini.

Tá ið HB venjarin sigur seg rokna við, at FSF í kvøld fer at boða frá, at 27. umfar verður útsett, so sipar hann til, tá ið HB og KÍ skuldu hittast í Gundadali. Tá útsetti FSF dystin frá 1. september og til fríggjakvøldið 15. september. Grundgevingin var, at KÍ stutt frammanundan spældi á útivølli ímóti FC Sheriff Tiraspol í Transnistria í Moldova. Í HB vóru tey ikki nøgd við, at dysturin varð útsettur í tvær vikur og harvið til eftir landsliðssteðgin, sum var fyrstu vikurnar í september.

Fríggjakvøldið 15. september vann KÍ 1-0 á útivølli ímóti HB, sum við tapinum av álvara varð varpað úr FM kappingini.

FSF gjørdi í summar av, at tað ikki bar til hjá at spæla í landskappingini fyrr enn fjórða dagin eftir, at dystur hevði verið á útivølli í europeiskari kapping. Í hesi vikuni fer KÍ hóskvøldið klokkan 17.45 at spæla í Conference League. Tað verður á Tórsvølli ímóti NK Olympija Ljubljana úr Slovenia. Leygardagin fer KÍ at spæla síðsta landskappingardystin. Hann verður á heimavølli ímóti Víkingi smá tvey samdøgur, eftir at síðsta bríksl hóskvøldið verður á Tórsvølli.