Fyrr í summar endaði tað 1-1, tá ið 07 Vestur og HB spældu fyrru hálvfinaluna í Sørvági.
Undan seinnu hálvfinaluni hevur kurvan hjá 07 Vestur víst rætta vegin, meðan HB ikki hevði vunnið fulla úrtøku í fýra dystum á rað.
Í kvøld peikaðu pílarnir rætta vegin hjá HB, meðan teir hjá 07 Vestur peikaðu skeiva vegin.
HB hevur í kvøld við 2-1 sigri ímóti 07 Vestur tryggjað sær pláss í steypafinaluni, sum verður leygardagin 4. november. Um eina viku verður tað greitt, um tað verður B68, ella um tað verður EB/Streymur, sum fer at vinna hitt finaluplássið.
Tað er 4. oktober og 119 ára stovningardagur hjá HB, og sigursvanda felagið í Gundadali kundi ikki havt givið sær søtari føðingardagsgávu, enn HB liðið gav áskoðarunum og felagnum í kvøld.
Bygdaskýlið var fult av vágafólkið, sum í góðveðrinum av álvara setti dám á setti dám á.
Meðan HB liðið frá fyrsta bríksli var sera væl upplagt og mest sum alla tíðina megnaði at vísa seg fram í typiska HB stílinum, so var lætt at staðfesta, at byrðan kendist vera ov tung hjá vágamonnum. Miðvøllurin megnaði ongantíð at vinna nærdystirnar, og tað bar aftur við sær, at álopsspælið fyri tað mesta var tannleyst og Oddur í Haraldstovu Petersen var alt ov einsamallur.
Matthias Præst Nielsen var væl upplagdur stýrimaður á miðvøllinum, og saman við sær hevði hann Dan í Soylu og Emil Berger. Frammanfyri teir vóru Áki D. Samuelsen, Adrian Justinussen og so Mikkel Dahl, sum var nógv betri upplagdur í kvøld, enn hann hevur verið seinastu ferðirnar.
Tað var ongantíð av álvara vandamikið frammanfyri Bjarta Vitalis Mørk í HB málinum.
Frammanfyri sera trygga U-21 landsliðsmálverjan Ara í Haraldstovu í 07 Vestur málinum vóru tað nógvar spentar støður og fleiri stórir málmøguleikar.
HB legði seg á odda longu í 10. minutti, og so gekk tað mesta fyri seg eftir treytunum hjá HB.
Hanus Sørensen legði fram úr høgru, verjan vvar merkisliga passiv, Dan í Soylu læt bóltin fara, og so takkaði Mikkel Dahl, sum var staddur mitt fyri málinum, fyri og sendi bóltin í málið.
Átta minuttir eftir steðgin varð tað mest sum greitt, at HB fór at vinna seg í finaluna. Ári Mohr Jónsson spældi til Matthias Præst Nielsen, sum legði innfyri úr høgru, og har var Mikkel Dahl á rætta staðnum í røttu løtuni og stýrdi við høvdinum bóltin í málið.
Sum seinni hálvleikur leið, spenti 07 Vestur álopsbogan. Tað bar spentar støður í báðum endum við sær, men tað var ikki fyrr enn vanliga leiktíðin var farin, at Jasper Van Der Heyden minkaði um muninvið beinleiðis frísparki, og so helt HB tørn um 2-1 leiðsluna.
HB – 07 Vestur 2-1 (1-0)
1-0: Mikkel Dahl
2-0: Mikkel Dahl
2-1: Jasper Van Der Heyden
Dómari: Rúni Gaardbo
HB: Bjarti Vitalis Mørk – Hanus Sørensen, Bartal Wardum, Viljormur Davidsen, Ari Mohr Jónsson – Emil Berger, Matthias Præst Nielsen, Dan í Soylu – Áki D. Samuelsen, Mikkel Dahl, Adrian Justinussen
07 Vestur: Ari í Haraldstovu Petersen – Mathias Voss, Daniel Obbekjær, Dánial Pauli Lervig, Jóhann Hansson Joensen – Høgni Egilstoft Nielsen – Jaspar Van Der Heyden, Janus Svabo Samuelsen, Jóannis á Steig, Teitur D. Olsen – Oddur í Haraldstovu Petersen