HB vann fyrsta steypið

Tað var neyðugt við brotssparkssparkskapping, áðrenn HB sigurin ímóti Víkingi var veruleiki

Jóannes Hansen
11. februar 2023 kl. 18:16

HB vann VFF Cup 2023. Eftir vanliga leiktíð á Tórsvølli seint seinnapartin var støðan 2-2, og so var neyðugt við brotssparkskapping, sum HB vann 4-2.

Talan var um leikligt avrik, sum hjá báðum pørtum var á heilt góðari leið, tá ið havt verður í huga, at februar mánaði ikki er hálvur, og at venjingarnar við bólti hava verið tarnaðar av kava og vánaligum veðri.

HB legði bragdliga fyri, og áðrenn hálvur tími var farin, var HB frammanfyri 2-0. Mikkel Dahl, sum er aftur í HB, har hann var toppskjútti í 2021, vísti, at máltevinum biðlar framvegis einki, tá ið hann setti hol á, og Adrian Justinussen økti til 2-0.

Hesa løtuna var HB greitt omaná, men so fótaði Víkingur sær, og undan steðginum minkaði Olaf Bárðarson um munin. Miðskeiðis í seinna hálvleiki javnaði Andreas Lava Olsen, áðrenn hann fór av vøllinum. Síðstu løtuna hevði Víkingur tveir góðar møguleikar, men tað eydnaðist ikki at skora sigursmálið. Innskifti Martin Klein Joensen var óheppin og gleið, tá ið hann úr høgru skuldi leggja bóltin fyri føturnar á Finni Justinussen, ið var púra leysur mitt fyri málinum, og innskifti Signar á Brúnni var púra blankur tveir metrar úr málinum, tá ið hann var óheppin og ikki rakti bóltin nóg væl eftir flatt innlegg úr vinstru frá vongverjanum í vinstru Bergi Gregersen.

Í brotssparkskappingini bjargaði Teitur M. Gestsson, tá ið Gunnar Vatnhamar royndi seg, og Finnur Justinussen hjá Víkingi sendi bóltin omanfyri samankomingina.

Ari Jarnskor Ellingsgaard og Martin Klein Joensen hjá Víkingi umsettu úr 11 metrum til mál, og fýra HB spælarar skoraðu við brotsspørkum – Adrian Justinussen, Mikkel Dahl, Áki D. Samuelsen og Viljormur Davidsen.