HB tevjar gull

Við smølum sigri á grannanum, vann HB slagið um Havnina og krøkti B36 av FM-stríðnum

Sigurjón Einarsson
28. september 2020 kl. 22:52

B36 – HB 1-2 (1-1)

Innskifti HB-áleyparin Øssur Dalbúð mundi blivið stóri skálkurin móti dystarenda, tá hann sá út til at geva Sebastiani Pingel eitt skump í ryggin í HB-brotsteiginum, men floytan hjá Kára á Høvdanum var kvirr. Tá dagsins dómari so floytaði dystin av løtu seinni, mátti hann geva Jákupi á Borg eina ostaflís, eftir at Jákup nokk hevur sagt nøkur borgarlig orð við dómaran um júst hesa hendingina síðst í dystinum.

Javnur fyrri hálvleikur

Dysturin var annars javnur í fyrra hálvleiki, tó at tað sást á B36-leikararnum, at teir vóru nakað moyrir eftir at hava ferðast og spælt evropeiskan fótbólt í Bulgaria í síðstu viku. Onkuntíð hevur B36-maskinan sæð meira vælsmurd út, enn hon gjørdi í kvøld.

Men tað var B36, ið legði betri frá landi, tá Eli Falkvard Nielsen skoraði eftir horna.

Mikkel Dahl var ivasamur áðrenn dystin, og var nokk heldur ikki heilt 100% tá saman um kom, tí hann varð noyddur at lata seg útskifta longu eftir 11 minuttir. Innskifti Hilmar Leon Jacobsen skuldi ikki brúka nógvar minuttir at gera vart við seg sjálvan, tá hann bert skuldi seta fótin á ein returbólt, eftir at B36-málverjin, í fyrstu atløgu, stórbjargaði einum skoti frá Pæturi Petersen, men tá bólturin so datt beint fyri føturnar á Hilmari, ið stóð púra blankur frammanfyri B36-málið, so var lætt at javna til 1-1, ið eisini var hálvleiksstøðan.

HB fær betri tak

Í seinna hálvleiki hevði HB betri tak á dystinum, og komu eisini til teir betru málmøguleikarnar. Men tað kom bert eitt mál í hesum hálvleikinum, og tað átti HB, tá Teitur Gestsson, við einum av sínum tiltiknu og frálíku útspørkum, fann Pætur Petersen, sum eftir gott fyrireikingararbeiði kundi krøkja B36 av FM-stríðnum og skora til endaligu støðuna 2-1 til “útiliðið”, HB.