HB ferðalagið er á veg av Poljud leikvøllinum í Split í Kroatia. Tað vóru 28 hitastig, tá ið maltesiski dómarin frammanfyri mongu áskoðarunum bríkslaði fyri fyrstu ferð, og tá ið Hajduk Split eigur millum bestu fótbóltsliðini í Kroatia, so sigur tað seg sjálvt, at fyritreytirnar ikki vóru tær bestu hjá HB, ið sum steypavinnari í kvøld fyri fyrstu ferð í ár var í europeiska eldinum.
Lagið í føroyska ferðalagnum er gott, tí 2-0 tap er at liva við á útivølli ímóti felagnum, sum síðsta kappingarár endaði á triðja plássi í Kroatia, og sum av álvara hevur dubbað seg, tí ætlanin er í nýggja kappingarárinum at vinna meistaraheitið og at eiga stóran leiklut í Conference League.
Setningurin hjá HB á heimavølli um eina viku verður at venda gongdini, og úrslitið í kvøld sigur, at tann møguleikin eigur ikki at verða avskrivaður.
Útgangsstøðan fyri dystinum um eina viku kundi verið uppaftur betri. Tá ið stóripinnur var farin seks ferðir eyka runt vann Mohamed Samba seg í støðu, sum kundi borið 2-1 mál við sær, men tað eydnaðist ikki at skora hjá Samba, sum beinanvegin eftir steðgin avloysti Leiv F. Guttesen á framtættaða plássinum í høgru.
Adolfo Sormani gav nógvum møguleika í hitanum. HB gjørdi fimm skiftingar. Tann fyrsta var longu miðskeiðis í fyrra hálvleiki, tá ið Sammy Skytte avloysti Noah Mneney á miðvøllinum. Beinanvegin eftir steðgin komu Mohamed Samba og Ári Mohr Jónsson, sum á vongverjanum í vinstru avloysti Ása P. Dam, á vøllin, og tá ið 20 minuttir restaðu var tað hugaligt, at Jákup L. Thomsen og Emmanuel Duah, sum báðir higartil í ár hava verið illa skaðadarvaðir, vórðu skiftir inn.
Tølini siga, at heimaliðið var nógv meiri á bóltinum, og at tað mesta gekk fyri seg í og kring HB brotsteigin. Hajduk Split vann 14 hornaspørk, meðan HB einki hornaspark vann. Heimaliðið hevði 16 álopsroyndir, og HB hevði tvær álopsroyndir.
Fyrra málið skoraði miðverjin Filip Uremovic eftir horna. Tað var í 19. minutti, og ellivu minuttir seinni var heimaleiðslan við brotssparki økt til 2-0.
HB liðið var alla tíðina væl skipað. Tað var stutt millum keturnar, og tað var góð javnvág millum spælararnar í ketunum. Merkisvert er tað, at HB megnaði stóra arbeiðið uttan at tað kostaði nakað gult kort.
Í altjóða høpi er Teitur Matras Gestsson nógv royndasti HB spælarin. Aftur í kvøld var hann stinnur, men tað var ikki so øgiliga ofta, at hann var noyddur at spíla seg út og vísa, hvussu góður hann er.
Í seinna hálvleiki var heimaliðið, sum ikki er í dystarvenjing, minni ágangandi, enn tað fyrstu løtuna hevði verið, og tá var trýstið á HB málið væl minni.
Ofta verður tikið til, at HB sjáldan stendur seg nakað serligt í europeisku kappingunum. Úrslitið í kvøld var so mikið gott, at tað eigur at fáa HB viðhaldsfólk hóskvøldið um eina viku at fara í Gundadal at stuðla sínum monnum ímóti tiltikna Gennaro Gattuso og hansara monnum.
Hajduk Split – HB 2-0 (2-0)
Conference League annað umfar og fyrri dystur
Hósdagin 25.juli 2024 kl. 20.00 á Poljud leikvøllinum í Split í Kroatia
1-0: Filip Uremovic 19.
2-0: Marko Livaja br 30.
Dómarabólkur úr Malta: Matthew De Gabriele, Jurgen Spiteri, Mitchell Scerri og
Andrea Sciriha (4. dómari)
HB: Teitur Matras Gestsson – Mathias Voss, Samuel Johansen Chukwudi, Viljormur Davidsen, Ási P. Dam (Ári Mohr Jónsson, 46.) – Hanus Sørensen, Eyvind R. Mouritsen, Noah Mneney (Sammy Skytte, 26.) – Leivur F. Guttesen (Mohamed Samba, 46.), Mikkel Dahl (Jákup L. Thomsen, 69.), Áki D. Samuelsen (Emmanuel Duah, 69.)
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Rasmus Nilsson, Heðin Hansen, Magnus Holm Jacobsen, Jógvan E. Ósá
Gult kort: eingin
Venjari: Adolfo Sormani