Víkingur og HB skulu næstu dagarnar dystast tvær ferðir. Fyrri dysturin verður fríggjakvøldið í Sarpugerði, tá ið dagsskráin er at spæla seg víðari í kappingini um løgmanssteypið.
Skráin hevur sagt, at somu feløg skuldu hittast aftur mikukvøldið í næstu viku í landskappingardysti í Gundadali.
Hetta er nú broytt. Landskappingardysturin er nú fluttur eitt samdøgur fram, so hann verður týsdagin, sum er flaggdagin. Dysturin verður klokkan 18.
Sætta umfar í landskappingini verður mikudagin, men nú er ein dystur fluttur fram til týsdagin. Mikukvøldið verður lykladystur í EM undankappingini í hondbólti, tá ið Føroyar í høllini á Hálsi eiga heimavøll ímóti Ukraina. Her verður fyrsta bríksl klokkan 20.