HB og Víkingur fingu gott lutakast – B36 ikki so gott

HB skal møta liði úr Wales, Víkingur einum liði úr Gibraltar, meðan B36 fekk eitt heldur trupult lutakast og skal til Bosnia og Hersigovina

(Mynd: Bjarni Enghamar)
Sigurjón Einarsson
14. juni 2022 kl. 12:59

Meðan HB og Víkingur fingu eitt ok lutakast, so gjørdist lutakastið hjá B36 ikki so heppið.

HB trekti Newtown FC úr Wales. Felagið er stovnað í 1875 og spælir sínar heimadystir á graslíki á Latham Park, har tað er pláss fyri umleið 5.000 áskoðarum.

Víkingur skal leika móti Europa FC úr Gibraltar, ið spælir sínar dystir á einasta fótbóltsvøllinum á The Rock, Victoria-leikvøllinum, sum tekur umleið 2.000 fólk.

B36 skal ein túr til Bosnia Hersigovina, har mótstøðuliðið er FK Borac Banja Luka. Liðið endaði nummar trý farna kappingarár, men hevur vunnið meistaraheitið í Bosnia tvær ferðir – seinast í 2021, men vann meistarheitið fýra ferðir, tá liðið spældi í bosniska-serbiska partinum av Bosnia-Hersigovina, Republika Srpska.

Liðið spælir sínar heimadystir á Banja Luka City-leikvøllinum í býnum Banja Luka, har pláss er fyri 9.720 áskoðarum.

Fyrru dystirnir verða leiktir 7. juli og returdystirnir verða leiktir 14. juli.

HB - Newtown AFC (Wales)

Víkingur - Europa FC (Gibraltar)

FK Borac Banja Luka (Bosnia Hersigovina) - B36