HB og Víkingur eru nú lið um lið

Týskvøldið verður lykladystur á Svangaskarði, tá ið B68 fær vitjan av ÍF

Jóannes Hansen
13. mai 2024 kl. 23:33

Síðsti dystur í 9. umfari verður týskvøldið á Svangaskarði, tá ið B68 fær vitjan av ÍF. Felags fyri bæði B68 og ÍF er, at tað í teimum fyrstu átta umførunum ikki er eydnast at vinna fulla úrtøku. Bæði B68 og ÍF hava eitt stig, og tað eru trý stig fram til áttanda plássið, sum EB/Streymur er á.

Burtursæð frá B68 og ÍF eru hini liðug við fyrsta triðingin av kappingini.

Eftir at Víkingur í gjár tapti 2-1 í Klaksvík, lyfti HB seg í kvøld við 3-0 sigri á útivølli ímóti Skála upp á 24 stig, ið er sama úrtøka, sum Víkingur hevur.

HB skoraði fyrsta málið beinanvegin eftir steðgin, og HB avrikið í seinna hálvleiki var sera sannførandi. HB spældi seg til fleiri góðar málmøguleikar, og sigurin kundi væl havt verið væl størri, enn hann var.

Búi Egilsson, sum fyri fyrstu ferð í ár var millum teir fyrstu ellivu hjá NSÍ, skoraði beinanvegin tvey mál í heimadystinum ímóti 07 Vestur. Gestirnir megnaðu ongantíð at svara aftur, og so vann NSÍ 4-1, sum er størsti sigur hjá NSÍ í ár. NSÍ er greitt á fjórða plássi við 18 stigum. Tað eru trý stig fram til KÍ og triðja plássið, og tað eru fýra stig aftur til B36 og fimta plássið.

Í kvøld vann B36 tepran 1-0 heimasigur ímóti EB/Streymi, sum alla tíðina spældi fyri møguleikanum at javna. EB/Streymur saknaði í kvøld stuðulsspælararnar Andras Ó. Olsen, Virgar Jónsson og Filip Djordjevic. Hjá B36 var tað Gutti Dahl-Olsen, sum í vetur flutti til B36 úr barndómsfelagnum EB/Streymi, sum skoraði sigursmálið. Hetta var fyrsti sigur hjá B36 í landskappingini síðani 1. apríl.

NSÍ – 07 Vestur 4-1 (3-1)

1-0: Búi Egilsson 4.

2-0: Búi Egilsson 10.

3-0: Steffan A. Løkin 34.

3-1: Filip Brattbakk 45.

4-1: Jasper Van Der Heyden 58.

 

Skála – HB 0-3 (0-0)

0-1: Ejvind R. Mouritsen 46.

0-2: Mikkel Dahl 80.

0-3: Áki D. Samuelsen 83.

 

B36 – EB/Streymur 1-0 (1-0)

1-0: Gutti Dahl-Olsen 13.

 

Sunnudagin

KÍ – Víkingur 2-1 (1-1)

0-1: Sølvi Vatnhamar 5.

1-1: Árni Frederiksberg 28.

1-2: Dávid B. Andreasen 87.

 

Týsdagin

B68 – ÍF: Heini Ziskason Viðoy kl. 18.00

 

Víkingur

9

8

0

1

25

6

24

HB

9

8

0

1

20

6

24

9

7

0

2

19

7

21

NSÍ

9

6

0

3

20

12

18

B36

9

4

2

3

16

13

14

07 Vestur

9

3

2

4

11

17

11

Skála

9

3

1

5

13

17

10

EB/Streymur

9

1

1

7

10

17

4

B68

8

0

1

7

4

17

1

ÍF

8

0

1

7

7

33

1