Kropsligi venjarin hjá Betri monnum hjá HB, Helmand Hamid, er farin í annað starv í HB Køge.
Hann kom til felagið undan kappingarbyrjan í 2021, tá hann avloysti Sebastian, sum fór til AC Horsens.
– Tað hevur verið bæði spennandi og mennandi at flyta til eitt nýtt land, og at sleppa at arbeiða í einum felag sum HB. Men ævintýrið steðgaði fyrr enn ætlað, nú tað stóð mær í boði, at taka við starvinum sum kropsligur venjari í ungdómsdeildini hjá HB Køge, har vit eisini koma nærri familjuni, sigur hann við heimasíðuna hjá HB.
– Eg vil fegin takka øllum spælarunum í HB, og tað hevur verið ein sonn frøði at arbeiða saman við nøkrum av teimum dugnaligastu fótbóltsspælarunum í landinum. Somuleiðis vil eg takka venjaratoyminum og øllum í og rundan um felagið, fyri eitt gott samstarv.
– Tað er við blandaðum kenslum, at eg sigi farvæl. Eg ynski tykkum øllum tað besta í framtíðini, og fari sjálvsagt at halda eitt vakið eyga við HB, sigur hann við heimasíðuna.
Avloysari funnin
HB hevur gjørt skjótt av, og hevur funnið avloysaran fyri Helmand Hamid.
Talan er um 29-ára gamla norðmannin Petter Skogsletten, sum kemur úr einum starvi í danska felagnum FC Nordsjælland.
Hóast sín unga aldur, er talan um ein royndan mann.
– Eg havi verið virkin innan fótbóltin tey síðstu tíggju árini, har eg samstundis havi nomið mær venjaraútbúgving og útbúgving innan ítróttarvísind. Tey síðstu fýra árini havi eg verið kropsligur venjari. Fyrst í Bodø/Glimt í Norra, og síðani í FC Nordsjælland í Danmark.
– Hetta er eitt spennandi og ambitiøst felag, og eftir nakrar samrøður við Dali, var eg ikki í iva, um at hetta var tað rætta fyri meg. Og so dregur tað eisini, at sleppa at royna seg í í einum nýggjum landi við einari aðrari mentan, sigur Petter við heimasíðuna hjá HB.