HB missir álopsspælara

Langtíðarskaði er orsøkin til, at Jákup L. Thomsen ikki fer at spæla, men heldur verður ungdómsvenjari í 2024

Mynd: HB
Jóannes Hansen
2. januar 2024 kl. 17:14

HB skrivar soleiðis í dag um Jákup L. Thomsen:

Hann tekur ein steðg frá fótbóltinum, og verður ístaðin at síggja á síðulinjuni í 2024, har hann verður høvuðsvenjari hjá U15-dreingjunum.

Jákup hevur fyri stuttum verið undir skurðviðgerð í knænum. Ein skaði, sum hevur plágað hann síðani 2019. Skurðviðgerðin gekk væl, og nú er uppvenjing fyri framman. Uppvenjingin er drúgv, og tí verður Jákup ikki at síggja á vøllinum í 2024.

Men fótbóltinum sleppur hann ikki, tí komandi kappingarár vera tað okkara U15-dreingir, sum fara at njóta gott av vitanini hjá honum.

Vit fegnast um at Jákup framhaldandi verður virkin í felagnum, nú hann tekur ein steðg, skrivar HB í dag.

Sambært faroesoccer.com var Jákup L. Thomsen á vøllinum í øllum 27 landskappingardystunum. Hann skoraði fýra mál og var 24 ferðir skiftur inn og tríggjar ferðir skiftur út. Samlaða minutttalið var 686.

Í kappingini um løgmanssteypið, sum HB vann, varð Jákup L. Thomsen skiftur inn í seinnu hálvfinaluni, sum HB vann 2-1 ímóti 07 Vestur á heimavølli, og í finaluni, sum HB vann ímóti B68 eftir longda leiktíð og brotssparkskapping. Í fyrru hálvfinaluni ímóti 07 Vestur í Sørvági, sum endaði 1-1, var Jákup L. Thomsen millum teir fyrstu ellivu og skiftur út miðskeiðis í seinna hálvleiki. Í báðum dystunum ímóti Derry City í Europa Conference League varð hann skiftur inn. Heimadysturin endaði málleysur, og Derry City vann 1-0, tá ið HB var í Norðurírlandi.