Í fjør var B68 einaferð á útivølli ímóti HB. Tað var 2. oktober og í 24. umfari. Toftamenn fóru ta ferðina væl nøgdir aftur í tunnilin, tí í viðførinum høvdu teir 2-1 sigur.
Í dag var B68 aftur í Gundadali, og nú skarst tað ikki so væl. Meðan høgættin og veturin bóru við sær, at umstøðurnar at spæla fótbólt vóru vánaligar í Klaksvík, á Eiði og í Gøtu, so varð enn einaferð staðfest, hvussu góð høgættin er í høvuðsstaðnum og Gundadali.
HB vann 4-1, men tað vóru toftamenn, sum løgdu seg á odda, tá ið eitt korter var fari. Málskjútti var Sebastian Lau Nielsen, sum í fjør skoraði átta mál. Eitt av málunum var í fyrsta umfari, tá ið B68 tapti 4-1 í Gundadali ímóti B36.
Áðrenn tað var hálvleikt, hevði HB skorað trý mál. Í øllum trimum førunum vóru tað nýggir HB spælarar, sum skoraðu málini.
Miðvallarin Matthias Præst Nielsen javnaði, tá ið fyrri hálvleikur var hálvrunnin. Uppleggið átti Ári Mohr Jónsson.
Fimm minuttir seinni var tað Mikkel Dahl, sum skoraði. Tá ið hann í 2021 var í HB álopinum skoraði hann í miðal eitt mál í teimum 27 umførunum. Í dag skoraði hann til 2-1, og tað var hin nýggi álopsspælarin, Mads Borchers, sum átti uppleggið.
Fimm minuttir undan steðginum vóru leiklutirnir býttir um. Nú var Mads Borchers málskjútti. Uppleggið átti Mikkel Dahl.
Eitt korter undan leikloki varð Jákup L. Thomsen skiftur inn í HB álopið, og 10 minuttir undan leikloki staðfesti hann 4-1 heimasigurin. Uppleggið átti eyðsýndi Mads Borchers, sum harvið var við í trimum av teimum fýra HB málunum.
Um eina viku fær B68 vitjan av Víkingi, og tá fer HB at spæla á útivølli ímóti TB.