(Mynd: hb.fo)
HB longu sett nýggjan venjara
Dalibor Savic verður nýggjur høvuðsvenjari í HB
Sigurjón Einarsson
16. mai 2022 kl. 12:53
Tað verður 42-ára gamli sviin Dalibor Savic, sum fer at hava ábyrgdina av HB restina av hesum kappingarárinum.
Tað boðar HB frá á heimasíðu sínari
Hann byrjar longu í starvinum í dag, og fer at standa á odda fyri liðnum í steypadystinum ímóti AB mikukvøldið.
Dalibor Savic hevur royndir úr svenskum fótbólti, bæði sum hjálpar- og høvuðsvenjari.