Dalibor Savic og Havnar Bóltfelag eru vorðin ásamd um ein nýggjan sáttmála. Nýggi sáttmálin millum partarnar er galdandi til og við kappingarlok 2024.
Tað siga keldur fyri Dimmalætting, og stendur nú eisini at lesa á heimasíðuni hjá HB.
43-ára gamli sviin tók við sum venjari í HB miðskeiðis í mai mánað í ár, eftir samstarvið við Kim Engstrøm endaði.
Avtala er eisini gjørd við Petter Skogsletten, fysiskan venjara, um at hann somuleiðis heldur fram komandi tvey árini.
- Vit fegnast um, at Dali og Petter hava játtað at halda fram, og fyrireikingarnar til kappingarárið 2023 eru longu byrjaðar.
HB endar í ár á einum triðja plássi í Betri Deildini í ár, men nú er so greitt, at høvuðsvenjarin og fysiski venjarin halda fram tvey tey komandi árini.
Er komin fyri at arbeiða – ikki ferðast
Við heimasíðuna hjá HB segði Dalibor Savic, tá hann varð settur sum høvuðsvenjari, at hann var komin til Føroya fyri at arbeiða – og ikki sum ferðamaður.
– Uppgávan skal ikki undirmetast. Eg seti stór krøv til mín sjálvan, og eg eri her, tí eg vil vinna og menna spælarar, sum kunnu taka næsta stigið á yrkisleiðini. Eg eri komin her fyri at arbeiða, og ikki sum ferðafólk, segði Dalibor Savic við heimasíðuna hjá HB, beint eftir at hann var settur sum høvuðsvenjari.
Í samband við, at Dalibor varð settur sum venjari, so hevði hann fingið at vita frá nevndini í HB, at tað var nøkur ting, ið skulu broytast, umframt at vinnarahugburðurin skuldi endurreisast.
– HB skal altíð spæla fyri at vinna, men hetta skal gerast samleikanum hjá HB, har vit skulu vera ágrýtnir og áleypandi. Hugburðurin skal vera, at vit altíð fara inn fyri at vinna. Vit skulu skapa dystirnar út frá egnum fortreytum, og ikki bara dúva upp á mistøk hjá mótstøðuliðunum. Men tað snýr seg ikki bara um føgur orð. Tað snýr seg um at vísa tað í verki, segði hann við heimasíðuna hjá HB í mai í ár.
Fyri uttan at vera høvuðsvenjari Dalkurd og Vasalund, so hevur Dalibor Savic eisini havt venjarastørv í Brommapojkarna og Syrianska. Hetta eru øll svensk lið.
(Greinin er dagførd klokkan 10:17)