HB kann nú leggja seg undir liðina á Víkingi

Tríggir dystir í Betri deildini eru á skránni í kvøld

Fríðmundur Nattestad
13. mai 2024 kl. 15:00

Langa sigursrøðin hjá oddaliðnum í Betri deildini hjá monnunum steðgaði í gjár, tá Víkingur á útivølli tapti ímóti føroyameistarunum úr Klaksvík.

Sigurin hjá KÍ ger, at teir nú hava hálað seg upp á sama stigatal sum HB - trý stig aftanfyri Víking. Hetta merkir eisini, at vinnur HB sín dyst í kvøld, leggja teir seg undir liðina á Víkingi á fyrsta plássinum.

HB spælir í kvøld klokkan 18.30 undir Mýruhjalla, har Skála tekur ímóti. Skála hevur vunnið seinastu tveir landskappingardystirnar, og liðið var bara fáar minuttir frá at fáa javnleik ímóti KÍ á heimavølli. Talan kann tí gerast um trupla uppgávu fyri HB, sum annars bara hevur mist stig í einum dysti í ár, sum var á útivølli ímóti oddaliðnum Víkingi.

Tveir aðrir dystir verða í kvøld. Dysturin ímillum NSÍ og 07 Vestur við Løkin byrjar eisini klokkan 18:30. Í Gundadali tekur B36 ímóti EB/Streymi. Tann dysturin byrjar klokkan 19.

Í annaðkvøld er seinasti dysturin í 9. umfari á skránni. Tá tekur B68 ímóti ÍF á Svangaskarði klokkan 18.


9. umfar í Betri deildini

Sunnudagur 12. mai

15:00

Víkingur

2

1

Mánadagur 13. mai

18:30

Skála ÍF

HB

-

-

Mánadagur 13. mai

18:30

NSÍ

07 Vestur

-

-

Mánadagur 13. mai

19:00

B36

EB/Streymur

-

-

Týsdagur 14. mai

18:00

B68

ÍF

-

-


Stigatalvan - Betri deildin menn

Nr.

Lið

D

V

J

T

MM

S

1

Víkingur

9

8

0

1

+19

24

2

9

7

0

2

+12

21

3

HB

8

7

0

1

+11

21

4

NSÍ

8

5

0

3

+5

15

5

B36

8

3

2

3

+2

11

6

07 Vestur

8

3

2

3

-3

11

7

Skála ÍF

8

3

1

4

-1

10

8

EB/Streymur

8

1

1

6

-6

4

9

B68

8

0

1

7

-13

1

10

ÍF

8

0

1

7

-26

1