HB í heilt nýggjari útgávu

Í Fuglafirði hava teir í hesum døgum tríggjar útlendingar á vektini

Áki D. Samuelsen skoraði fyrsta HB málið í ár. Mynd: Álvur Haraldsen
Jóannes Hansen
21. januar 2024 kl. 16:40

Í fyrsta umfari í VFF CUP segði skráin, at ÍF fór at fáa vitjan av HB. Kavin var orsøk til, at dysturin varð fluttur í Gundadal, har HB vann 2-0. Bæði málini vórðu skorað miðskeiðis í 1. hálvleiki, og málskjúttar vóru Áki D. Samuelsen og Ási Dam, sum í fjør var í 07 Vestur og nú er aftur í barndómsfelagnum.

Sambært faroresoccer vóru tríggir spælarar á ÍF liðnum, sum royndarvenja í felagnum. Teir eru danskararnir Kasper Sommerstedt og Peter Ullum og Abdula úr Marokko. Saman við teimum var gamli kenningurin Uros Stojanov aftur at síggja á ÍF liðnum. Jákup Jónsson var í málinum, og hinir útispælararnir vóru Tonni Thomsen, sum er nýggjur í felagnum, og sum áður hevur spælt í B68 og barndómsfelagnum Víkingi, Ruben Møller-Nielsen, Jóhann Højbro, Rúnar Johnsson og liðformaðurin Karl Løkin.

Burtursæð frá Teiti Matras Gestsson, sum er komin fyri seg aftur eftir langan skaðasteðg, og Áka D. Samuelsen og Hanus Sørensen, so vóru tað bara spælarar á HB liðnum, sum hava fáar royndir í bestu deildini. Hinir millum teir fyrstu ellivu vóru 17 ára gomlu Andrass Henriksen, Djóni Samulesen og Rúni Kjærbo, Dávid Reynheim, sum mikudagin verður 16 ár, Ejvind R. Mouritsen og Leivur Guttesen, sum allir eru uppvaksnir í felagnum, og Elias Rusborg, sum er nýggjur í HB.