HB hevur verið partur av øðrum hvørjum stórsteypadysti

Av átta stórsteypadystum hevur HB vunnið fýra, meðan KÍ hevur vunnið tríggjar av fýra

Jóannes Hansen
2. mars 2024 kl. 14:31

Klokkan 17.30 fer fótbólturin aftur á rull, tá ið KÍ og HB fara at spæla stórsteypadystin. Tað eru FSF og Lions Club, sum skipa fyri, og inntøkan fer til Beran, sum hevur yvir 20 ár á baki og virkar fyri, at børn og foreldur í sorg, sum frá líður, gerast betur før fyri at handfara sorgina og á tann hátt hava størri møguleika fyri aftur at fáa eitt gott og innihaldsríkt lív, har tey mennast og læra at liva við sorgini, sum tað varð orðað í tíðindaskrivinum, tá ið Lions Club greiddi frá um dystin.

Søgan um stórsteypadystin hjá monnum gongur aftur til 2007. Tað vil siga, at í dag er 18. stórsteypadysturin.  Stórsteypadysturin er millum tey, sum undanfarna árið vóru best í landskappingini og steypakappingini.

Higartil hevur Víkingur vunnið stórsteypið oftast – fimm ferðir. HB hevur vunnið fýra ferðir, og KÍ hevur vunnið tríggjar ferðir. HB hevur tapt fýra dystir um stórsteypið, og KÍ hevur tapt ein stórsteypadyst.

Dysturin í dag er millum KÍ, sum í fjør vann FM fyri triðja ferð á rað og HB, sum í fjør vann steypakappingina fyri 29. ferð. Tað var í finalu ímóti B68. Eftir longda leiktíð var tað framvegis málleyst. So var neyðugt við brotssparkskapping, sum HB vann.

Stórsteypadystur: KÍ – HB: Bjarki Danielsen kl. 17.30.

Stórsteypadysturin 2007 - 2023

2024

KÍ - HB

2023

KÍ - Víkingur                                   

B 0-0

2022

KÍ - B36

3-1

2021

HB - NSÍ

3-1

2020

KÍ - HB

B 1-1

2019

HB - B36

1-0

2018

Víkingur - NSÍ

B 1-1

2017

Víkingur - KÍ

2-1

2016

B36 - Víkingur

0-1

2015

B36 - Víkingur

3-3 B

2014

HB - Víkingur

1-2

2013

EB/Streymur - Víkingur

1-0

2012

B36 - EB/Streymur

1-2

2011

HB - EB/Streymur

0-2

2010

HB - Víkingur

2-1

2009

EB/Streymur - HB

1-3

2008

NSÍ - EB/Streymur

4-0

2007

B36 - HB

B 1-1

faroesoccer.com

Vinnarar

Víkingur

5

HB

4

EB/Streymur

3

3

B36

1

NSÍ

1