Besta liðið hjá HB hevur í dag skift venjara. Tað boðar HB frá á heimasíðu síni.
Dalibor Savic er farin úr starvi, og nýggjur venjari er Jákup Martin Joensen.
HB skrivar soleiðis:
Dalibor Savic hevur ynskt at verða loystur úr starvi sum høvuðsvenjari hjá Betri monnum, og fara heim til familjuna í Svøríki.
Nevndin hevur góðtikið uppsøgnina. Vit takka Dali fyri tað arbeiðið hann hevur lagt í felagið, og ynskja honum alt tað besta í framtíðini.
Nevndin hevur sett Jákup Martin Joensen sum høvuðsvenjara restina av hesum kappingarárinum. Í honum meta vit at vit hava ein skikkaðan venjara, sum kann føra arbeiðið hjá Dali víðari, og samstundis kann vera við til at røkka tey mál, sum vit sum felag hava sett okkum.
Jákup Martin byrjar í starvinum beinanvegin.