HB hevur keypt nýggjan álopsspælara

25 ára gamli Jakob Johansson úr Danmark fer nú at spæla við HB

Jóannes Hansen
6. mars 2024 kl. 17:55

HB hevur fyri lítlari løtu síðani boðað frá, at felagið hevur skrivað undir sáttmála við Jakob Johansson.

Jakob Johansson er 25 ára gamal álopsspælari. Síðani á nýggjárinum hevur hann ikki verið knýttur at nøkrum felag.

Hann spældi í síni tíð á donsku U17, U18, U19 og U20 landsliðunum.

Síðsta felagið í Danmark, sum nýggi HB spælarin umboðaði, var FC Helsingør, sum hann umboðaði í tíðarskeiðnum 1. oktober til 31. desember 2023.

Áður hevur hann umboðað Fremad Amager, HB Køge og FC Nordsjølland.

Jakob Johansson hevur spælt 114 dystir og skorað 24 mál í næstbestu deildini í Danmark.

Fyrsti dysturin hjá HB í landskappingini verður sunnudagin, tá ið NSÍ verður gestur í Gundadali.

Tá ið HB leygardagin vann stórsteypadystin ímóti KÍ 3-2, var 16 ára gamli Dávid Reynheim, sum skoraði eitt av málunum, fremsti maður hjá HB. Mikkel Dahl er sáttmálabundin at HB, men hann var ikki við í stórsteypadystinum.