HB hevur gjørt sáttmála við landsliðsmálverja
Tað verður føroyski u-21 landsliðsmálverjin, ið skal kappast við Teit Gestsson um plássið millum stengurnar í HB
Ragnar Sjúrðarson
2. februar 2024 kl. 14:20
HB hevur gjørt sáttmála við nýggjan málverja.
Tað skrivar heimasíðan hjá Frem.
Talan er um føroyska u-21 landsliðsmálverjan, Rasmus Nilsson, sum hevur spælt við Frem síðani síðsta summar, tá hann skifti frá Hvidovre.
- Rasmus hevur fingið ein flottan møguleika fyri at spæla fulla tíð í Føroyum og tað fara vit ikki at standa honum í vegin fyri. Vit ynskja honum bestu eydnu í HB, sigur Beran Camili frá ítróttarnevndini hjá Frem, sambært heimasíðuni hjá Frem.
Ein annar U21-landsliðsleikari, Elias Rusborg úr Hvidovre, hevur fyrr í ár royndarvant við HB og sum skilst verður hann partur av HB í ár, skrivar Bolt.fo.