Ein spælari er lagdur afturat hópinum hjá Betri kvinnum til komandi kappingarár. Talan er um 24-ára gomlu Arnóru á Løgmansbø, sum er flutt úr 07 Vestur og til HB.
HB skrivar soleiðis um nýggja spælaran:
Arnóra trívist best á verjukenda miðvøllinum, men kann eisini spæla á øðrum defensivum plássum. Hon er ein, sum berjist um hvønn bólt, og er ikki bangin fyri at fara í nærdystir.
Hon hevur verið darvað av skaða og bleiv skurðviðgjørd í alboganum í summar. Men nú er hon klár at spæla aftur.
– Eg havi ikki spælt so nógv tvey tey seinastu árini, so eg skal fyrst og fremst byggja meg upp aftur. Koma í form. Men venijngarnar her eru intensar, og eg føli mun longu nú, hóast eg bara havi vant við í tríggjar vikur, sigur Arnóra á Løgmansbø við hb.fo.
Higartil hevur Arnóra bara spælt við 07 Vestur, men nú hon er flutt til Havnar, tók hon avgerð um at royna seg aðrastaðni. Og valið fall á HB.
– Nú eg flutti til Havnar, var tað nærliggjandi at royna meg her. Og tað var bara eitt ella annað við HB, sum var hugtakandi. Samanhaldið er gott, og venjingarnar eru góðar og gevandi. Eg gleði meg bara til kappingarbyrjan, og fari at gera alt eg kann fyri at fáa pláss á liðnum, sigur Arnóra at enda.
Arnóra er triðja tilgongdin hjá kvinnunum í ár. Í samrøðu aðrastaðni sigur Lukasz, at hugt verður støðugt eftir spælarum, men tað eru spælarar, sum kunnu gera mun.
Fyrsta umfar í landskappingin hjá kvinnunum verður 27. mars, tá føroyameistararnir úr KÍ vera mótstøðuliðið hjá HB í Gundadali.