HB havt 23 venjarar í 20 ár

Skiftandi venjarar er eftirhondini vorðin ein fastur partur av HB mentanini. Mánadagin varð enn ein HB-venjari koyrdur og longu sama dag ein nýggjur settur. Síðani 2002 hevur HB havt 23 ymiskar venjarar

Dalibor Savic skal venda skútuni í HB eftir at Kim Engstrøm varð sendur til hús
Kristian Waag Dam og Sveinur Tróndarson
16. mai 2022 kl. 14:00

Í hesi vikuni boðaði HB frá, at venjarin, Kim Engstrøm, varð sagdur úr starvi. Ein uppsagdur HB-venjari er eftirhondini ikki nakað nýtt. Kim Engstrøm, er hvørki hin fyrsti og neyvan heldur tann síðsti venjarin, ið verður uppsagdur av høvuðsstaðarfelagnum.
Men uppsøgnin av Kim Engstrøm er partur av ein drúgvum venjaramynstri, sum HB hevur havt síðan aldarskiftið. Uppskriftin ljóðar eins og danir mangan taka til: “vind eller forsvind”, tí síðan 2002 hevur HB havt 22 venjarar. Tað skal tó sigast, at nakrir av teimum 22 hava sitið í fleiri umførum, og tí er ikki talan um 22 ymiskar persónar.

 

Samsvaraði ikki við ætlanirnar

HB boðaði áðrenn kappingarárið í ár fór ígongd frá, at felagið ætlaði at bjóða KÍ av, men soleiðis bleiv ikki.

Ein triðingur av kappingarárinum er nú liðin og HB liggur í løtuni nummar fýra og samanbera vit við oddaliðið, so eru 14 stig á muni. KÍ hevur 30 stig og HB 16.

Samanbera vit so við, hvussu júst hesi bæði siðvandu feløgini hava arbeitt, tá tað hevur snúð seg um venjararnar, so er stórur munur á, hvussu leingi venjararnir eru í felagnum. Ikki tí, tað hevur verið vanligt at feløgini skifta venjararnar nokkso títt, men hyggja vit eftir tíðarskeiðinum síðan 2015, so hevur Mikkjal Thomassen verið venjari hjá KÍ øll hesi árini.

Hann hevur higartil vunnið tvey FM-heiti, men tað triðja tykist at vera á veg.

Samanbera vit við HB, so hevur felagið hesi árini havt tíggju ymiskar venjarar, um vit telja nýggjasta venjaran, Dalibor Savic við, og í hesum tíðarskeiðið hevur HB eisini vunnið tvey meistaraheiti.

Kim Engstrøm fekk ikki so langan enda frá HB-nevndini, tá tað gjørdist greitt, at hann ikki megnaði at fylgja við KÍ - og Víkingi - í ár

Fekk ikki sagt nakað

Tá Dimmalætting fyri einari viku síðan spurdi formannin í HB, Páll Mohr Joensen, um Kim Engstrøm sat tryggur í sessinum, var eingin ábending um, at hann skuldi sigast úr starvi.

Tann støðan broyttist tó eftir javnleikin á Skála sunnudagin, men har er nógv sum bendir á, at uppsøgnin hevur verið undir uppsigling áðrenn dystin á Skála, tí tað gingu bara nakrir heilt fáir tímar frá tí, at HB hevði boðað frá, at Kim Engstrøm, ið hevði ein trý ára sáttmála, varð sagdur úr starvi, til Dalibor Savic, sum er svii, varð “sýndur fram” í HB-húsinum, og tá kunngjørdi formaðurin eisini, at hann tók við starvinum alt fyri eitt.

 

Venjarasessurin er krevjandi

Tað er einki at ivast í, at tað er krevjandi at vera fótbóltsvenjari, og serliga, tá talan er um ein venjarasess í einum av teimum stóru feløgunum.

Í so máta telist venjarasessurin í HB millum teir allar strævnastu, tí felagið krevur so at siga meistaraheiti hvørt ár. Tí hava vit eisini javnan sæð, at ein HB-venjari, sum hevur vunnið meistaraheitið eitt ár, fær sekkin árið eftir, um úrslitini ikki lagað seg eftir ætlan.

Tá vit nú samanbera við KÍ, har Mikkjal Thomassen nú hevur sitið í sjey ár, so kunnu vit eisini sláa fast, at í HB skulu vit heilt aftur til tíðarskeiðið 1998-2002 fyri at finna ein venjara, sum hevur sitið í fýra ár.

Akkurát tað er nokkso áhugavert, serliga tá hugsað verður um, hvussu stuttan enda venjararnir í HB fáa í dag. Ion Geolgau førdi HB til meistaraheitið í 1998, men árið eftir gjørdist HB nummar fýra.

Í 2000 gekk betur aftur, tí tá gjørdist HB nummar tvey, men í 2001 gekk heilt av skriðuni, verri, tí tá endaði HB á sjeynda plássi, men heldur ikki tað fekk nevndina í HB at skifta venjaran út. Men tá 12 umfør vóru leikt av kappingini í 2002, sum tá taldi 18 umfør, og HB hevði tapt móti B36, var tolið uppi. Tá varð Ion Geolgau avloystur av Jóannes Jakobsen og Kára Nielsen, og teir megnaðu at leiða HB til meistaraheitið.