HB greiddi setningin

Undan dystinum høvdu bæði miðlar, viðhaldsfólk og allar fótbólts-Føroyar lagt trýst á HB – at nú var upp á tíðina, at teir reyð-svørtu úr Havn skuldu levera í evropeiskum høpi. HB tók av og vísti til tíðir frálíkt álopsspæl

Sigurjón Einarsson
22. juli 2021 kl. 21:28

HB 4 – 0 FK Budućnost Podgorica

Ovari vøllur, Gundadalur: Tað var frálíkt fótbóltsveður í Gundadali, tá HB tók móti meistaraliðnum úr Montenegro í kvøld. Um tað var frálíka veðrið ella nýggi vøllurin, so sást, at menn høvdu trupult við stuttu sendingunum og smáspælinum á turra vøllinum.

HB byrjaði væl og høvdu tríggjar málmøguleikar fyrstu tíggju minuttirnar. Høga trýstið riggaði rímiliga væl, men høga trýstið gjørdi eisini tað, at liðið úr Montenegro kundi lúrað upp á kontra, og tað sá út til at vera greiða ætlanin hjá mótstøðuliðnum fyrstu løtuna.

Í seinnu helvt av fyrra hálvleik javnaði spælið seg meira og Budućnost át seg spakuliga meira inn í dystin, men málmøguleikar sóu vit ikki nógvar av.

Budućnost fekk eitt fríspark stutt uttanfyri HB-brotsteigin, tá tað restaðu sjey minuttir av fyrra hálvleiki. Skotið fór beint uppum, og tað var nokk farligasti málmøguleikin hjá gestunum í fyrra hálvleiki.

Men júst sum liðini gjørdu seg klár til at fara til hálvleiks, so sló HB til. Daniel Johansen hevði brádliga fingið nógv pláss í vinstru, og tá ið hann fær nógv pláss, so vita vit, at tað kann verða farligt. Daniel sendi ein flatan bólt innfyri, og har fekk Michał Przybylski uttaru síðu av fótinum á bóltin, sum trillaði spakuliga inn.

Løtu seinni fekk HB fríspark heilt úti við síðulinjuna í vinstru síðu, og tá mann hevur Adrian Justinussen á liðnum, so vita vit, at tað kann blíva farligt. Adrian sendi eitt hart innlegg ella skot móti málinum, sum fór beint framvið aftaru stong. Hasin bólturin kundi líka so gott verið endaður í málinum, um væl vildi til.

1-0 til HB í hálvleikinum.

Menn sprændu vatn á vøllin í hálvleikinum, og tað sá út til at hjálpa nógv upp á mátan, sum HB ynskir at spæla sítt spæl, tí samanspælið var nógv betur í seinna hálvleiki hjá teimum reyð-svørtu.

Seinni hálvleikur var júst floytaður í gongd, so lá bólturin aftur í málinum hjá gestunum. Eitt sindur av trunkaspælið endaði við, at bólturin varð sendur fram til Mikkel Dahl, ella tað trúðu vit og leikararnir hjá Budućnost, tí Mikkel Dahl læt bara bóltin fara víðari, og tað hevði Przybylski sæð, tí hann hevði runnið seg í góða støðu afturum verjuna hjá gestunum. Hann rak inn í brotsteigin og var svitaliga tryggur, tá hann skeyt móti málinum. Málverjin var prísgivin, og so var HB á odda 2-0.

Shaki var skiftur út til seinna hálvleik. Hann fekk eitt gult kort í fyrra hálvleiki, og var tí bert eitt fríspark frá at verða vístur av vølli - ein djørv, men kanska neyðug avgerð av HB -venjaranum, Kevin Schindler.

Tíggju minuttir seinni var aftur mál til HB – eitt veruligt Joakim Mæhle mál.

Frálíkt samanspæl endar við, at Pætur Petersen verður spældur í góða støðu í høgru. Hann dregur móti málinum, og so hildu øll, at hann fór at skjóta við høgra beinið, men nei, hann gjørdi ein Mæhle og dregur longur inn á vøllin og skjýtur so við vinstra beinið, og so var støðan 3-0 – eitt frálíkt mál.

Budućnost mundi fingið eina gávu at koma inn í dystin, tá ein tími varð leiktur. HB tveitir bóltin óneyðuga burtur í uppspælinum, har tað bleiv ein støða við tveimum móti tveimum. Budućnost-leikarin gerst fríður ein móti einum við Teit Gestsson, men Teitur stórbjargar. Hann hevði avgjørt, at eingin bóltur skuldi framvið honum í dag.

Stutt eftir hevði innskifti Hilmar Leon Jakobsen ein góðan málmøguleika at økja um munin, men bólturin brast á yvirleggjaran og niður í svørðin. Bólturin var ikki innanfyri, segði linjuverjin.

Mótbrekkan var øgilig hjá svartfjallamonnum hesa løtuna. Løtu seinni hevði HB eini tvey-trý hornaspørk, sum Budućnost-leikararnir høvdu trupult við at rudda burtur. Enn eitt hornaspark endaði við, at ein HB-leikari varð hálaður niður í brotsteiginum, og hevði skotski dómarin havt eina sekkjapípu, so hevði hann floytað “Scotland The Brave” út á tamb, brotsspark til HB.

Daniel Johansen sveik ikki álitið, og so var 4-0 til HB!

Men tað var ikki bert tann álopsinnaði parturin, sum riggaði væl í dag. Teitur Gestsson vísti eisini heimsklassa, tá brúk var fyri honum. Tí stutt eftir fjórða málið, kom liðskiparin hjá mótstøðuliðnum sær í eina góða skotstøðu, men Teitur vildi tað øðrvísi og bjargaði við einari fantombjarging, ið bæði var ein sjónvarpsbjarging, men samstundis eisini var ein heimsklassabjarging – alt í einum.

Síðstu løtuna av dystinum royndu svartfjallamenn seg við høgum bóltum, men teir bóltarnar tóku Bartal Wardum og Hørður Askham sær av.

Endaliga úrslitið gjørdist tí 4-0 til HB í fyrra Europa Conference League-dystinum millum liðini, og samstundis stór frøi á HB-viðhaldsfólkum.

Fótbólts-Føroyar takka eisini fyri innsatsin, tí hetta vóru samstundis nøkur sera týdningarmikil stig fyri føroyskan fótbólt, har Føroyar millum annað stríðist við júst Montenegro at varðveita fýra pláss úti í Evropa.